Herluf gongur fyri bussinum hjá føroyskum sjúklingum í Keypmannahavn

Í sambandi við at bussurin "Sóljan" skal skiftast út, so hevur Herluf Gudmundarson skipað fyri einum tiltaki, har hann savnar pening inn til nýggja bussin

Føroyskir sjúklingar og teirra avvarðandi, sum eru á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, hava seinastu 14 árini havt møguleika at fara busstúr við Sóljuni. Bussurin verður rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og hann verður brúktur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi teirra. 

Men nú er bussurin uppslitin og má skiftast út – og tað er ikki ókeypis. 

Bussurin hevur havt stóran týdning fyri fleiri av teimum føroyingum, sum hava verið á Hotel Tórshavn. Herluf Gudmundarson er ein teirra, og hann er nú farin undir at savna pening inn til bussin. Hetta ger hann á ein heldur øðrvísi hátt - hann fer nevniliga at ganga fyri bussinum hvønn dag í apríl, og vónin er, at fylgjarar lata eitt oyra afturfyri.

Hann lýsir tiltakið soleiðis:

– Tit, sum hava hug at stuðla, hava møguleika at tippa, hvussu nógvar km eg klári ganga frá 1. apríl til og við 30. apríl, og so lata tit minst 1 krónu pr. km tit tippa. Tað vil siga, at um tú metur, at eg klári at ganga 100 km, og tú stuðlar við 3 krónum, so skalt tú flyta 300 kr á konto nr 9181-0005412732. 

Fyri at gera tað eitt sindur spennandi hjá teimum, sum vilja stuðla tiltakinum, hevur hann fingið nakrar fyritøkur í Havn at stuðla sær við einum vinningi til viðkomandi, sum gitar rætt ella er tættast við at gita rætt.

– Tit undrast kanska, hvussu eg kann bjóða meg fram at ganga, tá eg ofta siti í rullustóli! Tað er eisni løgið, men eg klári tað bara við hjálp av mínum rollatori, og tað má vera á Rennibreytini, har bleytt tilfar er at ganga á. Hetta er einasta stað, eg kann ganga á, sigur Herluf Gudmundarson.

Fylg við, hvussu tað gongst Herlufi at ganga og samla pengar inn HER.