Herman kom, sá og sigraði

Tað var ein føroyingur, sum býr í Svøríki, ið gjørdist hepni gekka-vinnarin í kvøld.

Myndin av Karsteni, fjarritara og Hermanni, gekka-vinnara, er av Facebook-síðuni hjá vinnaranum.

Myndin av Karsteni, fjarritara og Hermanni, gekka-vinnara, er av Facebook-síðuni hjá vinnaranum.

 

Tað var Herman Jespersen, ið er føroyingur, sum býr í Svøríki, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Beiggi hansara, Karsten N. Jespersen í Norðdepli, var fjarritari.

Og sigast má, at Karsten var ein góður fjarritari.

Longu í aðru royndini eydnaðist tað at skora kassan, soleiðis at Herman Jespersen, tá hann fer heim aftur til Svøríkis, er heilar 600.000 krónur ríkari, enn tá hann kom heim at ferðast.

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,7 miljónir krónur, sum Herman Jespersen valdi at deila teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. - Hann koyrir einaferð aftrat, segði Karsten Jespersen í hinum endanum.

Og rætt gjørdi Herman Jespersen.

Longu í aðru royndini steðgaði gekka-hjólið - stille og roligt - á gula leypinum við 600.000 krónum í, og tá var frøin stór. Onkur rópti og onnur flentu, og tá læt í gekka-vertinum, Jan Gardar, at "har er onkur nøgdur í øllum førum..."

Nú gjørdi fjarritarin, Karsten N. Jespersen, greitt, at "... Herman sigur 1000 takk fyri... men, nú hevur hann hug at rýma...", legði fryntligi fjarritarin skemtiliga aftrat.

Samanumtikið kunnu vit siga, at Herman kom, sá og sigraði í gekka-spælinum í kvøld - 600.000 krónur ríkari, enn tá hann legði leiðina heim til Føroya at ferðast. 

 

 

 

 

 

Myndin av Karsteni, fjarritara og Hermanni, gekka-vinnara, er av Facebook-síðuni hjá vinnaranum.