Í oktober 2019 var amerikanska herskipið USS Donald Cook á vitjan (Mynd: Álvur Haraldsen)

Herskip til Føroya? Verður ringt at siga nei við USA

– Um mann sigur nei við USA, tá amerikanarar biðja um okkurt, sum teir sera fegnir vilja hava, so fær tað avleiðingar, sigur Arktis-serfrøðingur

Í oktober 2019 var amerikanska herskipið USS Donald Cook á vitjan (Mynd: Álvur Haraldsen)

Amerikanski áhugin fyri Føroyum vísir seg alsamt meira, so hvørt sum stórrivaliseringin í Arktis vindur upp á seg, sum hon hevur gjørt seinastu fáu árini. Mest aktuella dømið um amerikanska áhugan fyri Føroyum er umstríddi radarin, sum Danmark ætlar at seta upp í Føroyum eftir ynski frá USA, tí USA vil halda eyga við russiskum bumbuflogførum uppi yvir Føroyum.

Men hetta er ikki tað einasta, sum USA ætlar at brúka Føroyar til í sambandi við Arktis - amerikanarar hava nevniliga í eina tíð eisini umhugsað at brúka føroyskar havnir til síni herskip í framtíðini. Føroyar skulu vera at heita á, soleiðis at skip í Norðuratlantshavinum kunnu koma til Føroya at bunkra, skifta manning og fáa aðrar tænastur.

Undir trýsti

Tríggir danskir serfrøðingar innan økið eru samdir um, at Føroyar eru í einari óvanliga kroystari støðu, har tað illa ber til at snúgva sær undan amerikanska áhuganum.

– Amerikanararnir koma kanska og spyrja pent, men vit eru ikki ordiliga í einari støðu, har vit kunnu loyva okkum at siga nei, sigur militer-granskarin Peter Viggo Jakobsen og sipar til alliancu-sambandið millum USA og Kongaríkið Danmark, sum Føroyar jú eru partur av. 

Steen Kjærgaard frá Forsvarsakademiet metir, at Føroyar eru upplagdar til tað, USA gjarna vil í Arktis. Og hann sær tað sum órealistiskt at vera avvísandi fyri USA, tí Føroyar eru eins og Grønland tengdar at trygd.

– Hendan støðan setur Føroyar í eina kattapínu. Eingin ivi um tað, sigur hann.

Skuldi tað hent seg, at USA ikki fær sín vilja, so fer tað at fáa avleiðingar, roknar granskarin Mikkel Runge Olesen frá DIIS við.

– Um mann sigur nei við USA, tá amerikanarar biðja um okkurt, sum teir sera fegnir vilja hava, so fær tað avleiðingar, sigur hann og sipar til búskaparligar avleiðingar sum eitt nú handilsmøguleikar.

Enn er eingin ítøkiligur fyrispurningur komin frá USA, og sambært Uttanríkistænastuni skulu amerikanararnir venda aftur, um hetta verður aktuelt.

Les longri grein um hetta í nýggjasta VikuskiftisSosialinum, har teir tríggir serfrøðingarnir meta um støðuna.  

##med2##

Í oktober 2019 var amerikanska herskipið USS Donald Cook á vitjan (Mynd: Álvur Haraldsen)