Hertz í USA fyrireikar seg til húsagang

Fyritøkan hevur havt ómetaliga stór tap undir korona-kreppuni.

 

Bilútleigararisin - Hertz í USA - fyrireikar seg nú til at senda inn umbøn um sjálvbodna likvidatión, og hugsandi er, at hetta hendir longu nú um vikuskiftið.

Tað skrivar Wall Street Journal seint í kvøld.

Fyritøkan hevur havt ómetaliga stór tap undir korona-kreppuni, og tað er ikki óhugsandi, at Hertz verður higartil størsta offrið í kreppuni.

Sagt verður, at tað í dag ikki hevur eydnast Hertz at fáa í lag avtalu við lánveitarar, og partabrøvini í fyritøkuni eru fallin nógv, sum dagurin er gingin.

Heimasíður um okkara leiðir vita at siga, at ein endurskapan av Hertz í USA fer ikki at fáa beinleiðis ávirkan á virksemið í norðurlondum.