Herverk framt á alment vesi í Hósvík

Enn einaferð kann kommunan staðfesta, at herverk er framt á almenna vesi í Hósvík. Tískil er vesi nú stongt fyribils

Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við herverki á kommunalar bygningar, og í fjør varð fleiri ferðir framt herverk á innbúgvið í almenna vesinum í Hósvík. Hesir skaðar eru umvældir, skrivar Sunda kommuna.

Um vikuskiftið varð aftur herverk framt, og tí kennir kommunan seg noydda at læsa bygningin fyribils.

Um fólk vita um hvør tað er, sum kann hava framt herverkið verða tey biðin um at venda sær til kommununa.