Herverk framt á stórskíggja við valmyndum

Løgreglan leitar eftir vitnum

Í gjáramorgun fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði gjørt seg inn á stórskíggjan, ið er festur á eina húsavegg við Mannabrekku í Hoyvík.

Talan er um stórskíggjan, ið bilførarar síggja, tá teir koyra inn til høvuðsstaðin, og sum verður brúktur av nógvum valevnum í samband við lýsingar til løgtingsvalið.

Sambært vakthavandi hevur onkur tveitt steinar eftir skíggjanum, so at partar av honum er brotnaðir. 

Roynt verður nú at umvæla skermin, men um viðkomandi verður funnin kann talan skjótt gerast um ein dýran umgang, tí talan er um ein stórskíggja, ið hevur eitt virði á eina hálva millión krónur.

- Vit kanna málið og talan er um eina rættiliga stóra upphædd. Um tað er nakar, ið hevur sæð nakað verða tey biðin at siga frá, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.