Hervilig barnasjúka staðfest í Føroyum

Ein tilburður er staðfestur á einum skúla og Landslæknin heitir á foreldur um at vera ansin

Tað er nú staðfest, at eitt barn á skúlanum við Løgmannabreyt í Havn, hevur fingið fárasjúkuna.

Og í hesum sambandi heitir Landslæknin á skúlan um at kunna foreldrini um viðurskiftini, har hann eisini heitir á foreldrini um at ansa eftir hesar næstu vikurnar.

Landslæknin sigur, at vandin fyri at fáa fárasjúku er størstur hjá fólki, sum ikki hava havt hana áður, ella hjá fólki, sum ikki eru koppsett fyri henni.

Tí vísir hann eisini á, at eru børnini koppsett, er man vardur fyri smittu.

Hinvegin mælir hann samstundis til, at foreldur at børnum, sum ikki eru koppsett, fara til lækna við børnunum og fáa tey koppsett.

Tað hevur stóran týdning, at øll børn verða koppsett, tí fáa vaksnir menn fárasjúku, er vandi fyri at teir verða lívsørir og ikki kunnu fáa børn, sigur Landslæknin.

Men annars heitir hann eisini á foreldur um at fylgja væl við hjá børnunum hesar næstu vikurnar, og eru tekin hjá børnunum um, at tey hava fingið fárasjúku, eiga tey at fara til lækna.

Sjúkueyðkennini eru, at tey, sum fáa fárasjúku, eru lin og ússalig, fepurin veksur og tey verða eym undir kjálkabeinunum.

Teir næstu dagarnir hovna kertlarnir um hálsin og tað hevur ofta nógva pínu við sær. Viðhvørt er fepurin høgur og tað tekur eina viku, áðrenn sjúkan er hæsað av.

Men ein eftirsjúka kann vera meningitis, sum sæst 3-10 dagar eftir at tey eru vorðin sjúk. Meningitis hevur nógvan fepur við sær, høvuðpínu og sjúklingurin tolir ikki ljós.

Men Landslæknin sigur, at yvirhøvur er hetta eitt meinaleyst slag av meningitis og tað er ógvuliga sjáldan, at tað hevur varandi mein við sær.