Hesa ætlanina hjá samgonguni dámar mær ótrúliga illa

Hetta er ein sera álvarsom støða, sum øll fakfeløgini nú eiga at møtast til at viðgera, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag

 

 

– Hetta dámar mær heilt ótrúliga illa!

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag heldur, at nú eiga fakfeløgini at vera á varðhaldi fyri samgonguni, sum nú er skipað.

Serliga stúrir hann fyri ætlanini hjá samgonguni at legga Samhaldsfasta í ein nýggjan eftirlønargrunn, saman við útreiðslununum á fíggjarlógini til fólkapensjónir. Hesin grunnurin skal so allar pensjónirnar, sum eru, við eini skattafríari grundarupphædd, og eini skattskyldugari viðbót.

 

Les eisini: Samhaldsfasti og fólkapensjónin skulu setast í ein nýggjan grunn

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politiska skipanin hevur hugsa tankan um at brúka Samhaldsfasta til ymisk endamál, men hvørja ferð hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum sett seg harðliga ímóti tí, tí fyri tey hevur Samhaldsfasti verið ein heilag kúgv.

Tey hava víst á, at Samhaldsfasti er ein skipan, partarnir á arbeiðsmarknaðinum umsita og har skulu politikararnir halda fingrarnar vekk.

Og Hans Joensen heldur, at tað er ófrættakent, at samgongan nú fer at nerta við Samhaldsfasta. Hann veit ikki ítøkiliga, hvør ætlanin hjá samgonguni við Samhaldsfasta, er, og tí heldur hann at øll fakfeløgini eiga at hittast til fundar at viðgera støðuna, og at koma við einum felags svari til samgonguna.

Hann heldur, at sporini eftir hesa samgonguna ræða og her hugsar hann um jólamánaðin í 2011, tá ið hendan sama samgongan samtykti flatskattin, og at pensjónir skuldi skattast við inngjald.

Tá gjørdi fakfeløgini harðliga vart við seg, men tá ið avtornaði, dovnaði mótstøðan hjá fakfeløgunum aftur og ætlanin hjá samgonguni varð sett í verk, sum ætlað.

Hví skal samgongan slaka fyri fakfeløgunum í nøkrum máli, tá ið tey ikki kláraðu at standa saman um mótmæli ímóti flatskattinum og forskattingini av pensjónum, spyrja vit Hans Joensen.

Hann skilir væl spurningin og hann heldur, at fakfeløgini eru alt ov lítarlig, tá ið á stendur.

– Fakfeløgini hava eitt stórt vald, sum vit eiga at brúka, men ikki misbrúka. Men vit eru alt ov tigandi og ein orsøk til tað er, at tað er merkisvert so trupult tað er at fáa fakfeløgini at draga eina línu.

Men spurningurin er kortini, hvussu nógv fakfeløgini skulu lata sær lynda, leggur hann afturat.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, vil fegin hava meiri kunning um, akkurát hvat samgongan ætlar við Samhaldsfasta, áðrenn hann fær havt eina meining um tað