Hesar eru ov seinar at venja hvørja einastu ferð

Men tað er ikki tí at tær eru so dovnar. Tvørtur ímóti ganga tær undan sum góðar fyrimyndir

Genturnar á Firvaldi ganga undan sum góðar fyrimyndir

Genturnar á Firvaldi ganga undan sum góðar fyrimyndir

Genturnar, sum rógva við Firvaldi á Tvøroyri, eru ov seinar í bátin, hvørja einastu ferð, tær skulu venja. Tað fortaldi venjari teirra, Bjarni Hammer í gjárkvøldið.

Tvøroyrar Býráð hevur umhvørvisviku, og í tí sambandi var eitt tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri í gjárkvøldið fyri at varpa ljós á umhvørvið og dálking.

Bjarni Hammer, býráðslimur á Tvøroyri, og formaður í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini hjá býráðnum staðfesti, at senastu tíðina hava umhvørvisvernd, og vandamálini við veðurlagsbroytingunum, rættiliga fest seg í hugaheiminum hjá fólki.

Men hann staðfestu somuleiðis, at tað eru ikki tey vaksnu, sum gingu á odda, tvørtur ímóti eru tað børnini, og tey ungu, sum vísa vegin, og sum eiga mestu æruna av, at fólk eru farin at geva hesum gætur.

Og hann nevndi eitt dømi um, hvussu nógv børn og ung hugsa um umhvørvisvernd, og hvussu inngrógvin partur tað er í teirra hugaheimi.

Hann fortaldi, at hann er venjari hjá gentumanningini á kappróðrarbátinum, Firvaldi. Men genturnar, sum manna Firvald, eru ov seinar í bátin hvørja einastu ferð, tey skulu venja.

Men tað var ikki í at tær eru dovnar, ella ikki tíma. Tað var tí, at áðrenn hvørja einastu venjing, ganga tær runt í mølini og henta plast og annað órudd upp, so at tað kann verða burturbeint eftir forskriftunum.

– Tað er ikki nakað, eg havi biðið tær gera, tað er bara nakað, sum fellur teimum púra nátúrligt, at gera, sigur hann. Men úrslitið er, at hvørja ferð, tær venja má eg brúka nakað av tíð upp á ganga eftir teimum fyri at fáa tær í bátin, annars missa tær seg heilt burtur, leggur hann afturat.

– Tey, sum ganga í mølini við kappróðrarneystið, og har um vegir, mugu eisini ásanna, at tey skulu leita bæði væl og leingi, áðrenn tey finna nakað burturkast, segði Bjarni Hammer.

Men ein tvøramaður, vísti eisini á, at tað hevði hjálpt, at genturnar á Firvaldi, og eisini onnur, eru farin at henta burturkastið upp, tey koma fram á.

Hann segði, at tað er øgiliga stórur munur á, at ganga ígjøgnum mølina nú, afturímóti fyrr, tá ið alt fleyt í plasti, tað er næstan ikki at síggja longur, segði hann.

Genturnar á Firvaldi ganga undan sum góðar fyrimyndir