Nýggjur miðvallari til AB

AB hevur í dag fingið styrk av nýggjum miðvallarleikara

Frá vinstru: Tróndur Jensen, nýggjur AB leikari, og Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum

Frá vinstru: Tróndur Jensen, nýggjur AB leikari, og Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum

AB hevur í dag fingið tilgongd av einum nýggjum miðvallaraleikara.

 

Tróndur Jensen, sum seinasta hálva árið hevur spælt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn, fer at spæla við AB, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Hetta váttar Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum, fyri in.fo í kvøld.

 

Tróndur Jensen hevur annars bert umboðað barndómsfelagið HB í Føroyum áður, har hann spældi til seinasta kappingarár endaði.

 

22 ára gamli Tróndur Jensen er skrásettur fyri 4 U-21 landsdystir fyri Føroyar.