Hesi komu víðari í Barna Prix

Gylta Djurhus Neystabø, Emilia Brockie Hansen og Anni Kate Steinkross Joensen komu víðari í fyrsta undanumfarinum í Barnaprix kappingini, sum var á Torginum í SMS seinasta leygardag.

11 framførslur vóru við í kappingini og allar vóru sera góðar, so tað var ringt hjá dómarunum at velja tey trý, sum skuldi fara víðari, tí støðið var sera høgt. Fleiri av teimum sum ikki komu víðari, søgdu at tað sum hevði størst týdning fyri tey, var at vera við, og tað gjørdi ikki so nógv at tey ikki komu víðari. Fyrireikararnir vóna, at tey halda áfram at syngja og tekna seg til kappingina næsta ár.

Nógv fólk vóru og lurtaðu á Torginum í SMS leygardagin. SMS hevði spílað seg út og tað svingaði og børnini góvu seg 100%, og var tað ikki sørt at faðirin at barnaprix´num, Mark Joensen, fekk tár í eyguni og tað vóru fleiri við honum, sum gjørdust rørd av framførslunum.

Tey sum arbeiða við Barnaprix kappingini handan leiktjøldini í SMS, hava sjálvi royndir frá Nósa Barnaprix og øðrum sangkappingum, og tí er hetta nakað, sum liggur teimum nær at hjartanum at stuðla, so børn sleppa framat at vísa hvussu dugnalig tey eru.

- Uttan hendan stuðulin frá SMS, var Barnaprix kappingin ikki blivin til nakað.Eisini Mentamálaráðið hevur stuðlað, og tað eru vit sera glað fyri. Tað er gott at vit hava eina slíka sangkapping í Føroyum, so børnini ikki noyðast at fara uttanlands um tey vilja vera við í talent kappingum, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.

- Tað er gleðilig, at tað tykist sum um, at øll hava fingið við, at Barnaprix er aftur. Fólk hava tikið tað til sín og áhugin runt landið er nú ovurhonds stórur. Vit vilja tí við hesum talla øllum, sum stuðla hesum átakinum og vóna, at nógv eisini koma at hygga tann 16. mai, tá kappingin verður í Atlantis í Klaksvík kl. 19.00 og 18.mai í Løkshøll kl 15.00, siga stigtakararnir, og leggja afturat, at einki aldursmark er.

Á báðum støðum er fullteknað til kappingina, men tað ber til at koma á bíðilista.