Nú má Johan Dahl herða eftirlitið

Nú skal Johan Dahl greiða frá, hvussu hann ætlar at forða fyri, at reiðarar fáa útlendingar til Føroya at arbeiða fyri undirløn

 


Dømið við garnaskipinum, Anitu, hevur víst púra greitt, hvussu neyðugt tað er at myndugleikarnir hava betri eftirlit við føroyskum skipum, sum hava útlendska manning.

Tað heldur Bjørt Samuelsen.

 

Og á tingfundi í morgin fer hon at biðja Johan Dahl, landsstýrismann, greiða frá, hvussu hann ætlar at tryggja, at útlendingar við føroyskum skipum, fáa virðiligar umstøður.

 

Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, nær hann fer at tryggja, at skip, sum fiska í føroyskum sjóøki, einans skulu kunna hava útlendingar umborð, sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Hann skal eisini svara, um hetta ikki er ein spurningur, føroyskir myndugleikar eiga at hava eftirlit við.

Hon vísir á, at útlendingamál eru donsk, og so vítt hon veit, hava hvørki Útlendingastovan ella føroysku myndugleikar annars, nakað yvirlit yvir teir útlendingar, sum verða settir í starv umborð á føroyskum skipum, og sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

 

Bjørt Samuelsen staðfestir, at tað er bara krav, at útlendingar við føroyskum skipum, hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tá ið talan er um skip, sum eru regluliga í føroyska havn.

 

Regluliga er ikki eitt fast ásett hugtak, men mett hevur verið at á leið 10 ferðir árliga ella oftari. 

 

Bjørt Samuelsen vil hava at vita frá Johan Dahl, um tað ikki er hóskandi at strika hesa ásetingina, so at tað er galdandi fyri øll skip.