Fróði Ejdesgaard, sum er skipari á línubátinum Fiskivarða, sigur í kvøld við In.fo, at hann hevur funnið út av, hvør bátur hevur mist boyuna, sum Bjørn Patursson í Koltri hevur funnið har úti, og sum vit skrivaðu um á In.fo fyrr í kvøld.
- Tað er hesin báturin - ANNJO - sum eigur boyuna, sigur Fróði Ejdesgaard og vísir til norsku heimasíðuna www.sigship.no. Skiparin á Fiskivarða hevur sent okkum leinkju til heimasíðuna og víst okkum á bátin. At siggja til, er ANNJO nú til sølu.
Á heimasíðuni eru eitt nú hesir upplýsingar um bátin - M/S ANNJO SF-87B, LK6203, og her stendur eisini garn/ juksa/ line. Men, eitt er, at báturin, sum eigur boyuna, nú er funnin. Annað er, at eigararnir neyvan koma heilt úr Noregi og út í Koltur eftir henni.
##med2##