Hesin garðurin mitt í Havn skuldi verið tikin burtur

Tað er eitt sindur provokerandi at hava ein so garð framvið Áarvegnum, heldur býráðslimur

Myndin er frá Google

Myndin er frá Google

Eg haldi, at Áarvegurin er ov myrkur og inniklemmaður. Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, og formaður í mentanarnevndini hjá býráðnum. Nú býráðið hevur samtykt at kanna møguleikan fyri at lata Havnará upp aftur frá bygninginum hjá Betri og fram við tinghúsvøllinum, vildi Annfinn Brekkstein eisini hava, at býráðið fór at virka fyri at fingið garðin, sum skilur Áarvegin frá Amtmansgarðinum, burtur.

https://www.in.fo/news-detail/news/vilja-gera-tad-hugnaligari-i-midbynum-i-havn/?no_cache=1LES EISINI HER: VIlja gera tað hugnaligari í Miðbýnum í Havn

– Tað virkar eitt sindur provokerandi at hava ein so høgan garð framvið Áarvegnum, segði hann, tá ið býráðið viðgjørdi málið um at lata Havnará upp aftur.

Tí heldur hann, at tað hevði verið fantastiskt at fingið grótgarðin til amtmansgarðin tiknan burtur, so at Áarvegurin var latin upp, og tí vil hann hava býráðið at taka málið upp við ríkisumboðið.

Ein býráðslimur er ímóti at brúka pengar upp at lata Havnará upp aftur. Les meiri um tað her: Sum støðan er nú kann eg ikki taka undir við hesum

Fleiri býráðslimir eru samdir við honum í hesum, og Annfinn Brekkstein sigur nú, at býráðið fer í samskifti við ríkisumboðið um at fáa garðin burtur, so at tað verður luftigari á Áarvegnum.

– Eg virði, at talan er um gamalt handverk, men eg haldi, at tíðin er farin frá honum og tí vil eg fegin í samskifti við ríkisumboðið um at taka hann niður, so at vit fáa latið Áarvegin meiri upp, sigur hann.

Tað hevði eisini gjørt tað frískligari á Áarvegnum, tí eg haldi, at tað er for inniklemmað og kaldligt, sum er, heldur hann. Hann sigur, at tað merkir ikki, at fólk skuldi ganga og mala í Amtmansgarðinum sum tey vilja, men hann sær fyri sær, at benkur verða settar upp, har fólk kunnu sita njóta veðrið teir góðu dagarnar, sum eru.

– Eg haldi, at hevði verið ein fantastiskur vinningur fyri Havnina, og tey, sum ferðast oman og niðan eftir Áarvegnum.

Á býráðsfundi í Havn tók Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, undir við hugskotinum um at taka grótgarðin burtur og hann sigur, at hetta er eitt mál, tey eiga at fara í samskifti við ríkisumboðið um fyri at vita, hvat tey halda um eina slíka ætlan.

Myndin er frá Google