Hesin ótryggleikin er ikki til at bera

– Stúranin fyri lív og heilsu hjá fólki, sum var undir verkfallinum hjá Pedagogunum, skal ikki endurtaka seg

Tað, sum hendi seinast, skal ikki henda aftur, siga politikarar. Myndin er tilvildarlig

Tað, sum hendi seinast, skal ikki henda aftur, siga politikarar. Myndin er tilvildarlig

– Hesin ótryggleikin er ikki til at bera og tískil má ein loysn fáast á málinum.

Tað sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og tað er floksfelagi hansara, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, púra samd í.

Ótryggleikin, tey bæði sipa til, er støðan, vit komu í tá ið Pedagogfelagið var í verkfalli. Tá fingu búfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, ikki tað hjálp, tey høvdu brúk fyri og summi av teimum máttu enntá flytast heimanífrá. Orsøkin var, at semja fekst ikki ímillum Almannaverkið og Pedeagogfelagið um, hvørji undantøk skulu gerast frá verkfallinum.

Tá varð eisini ført fram, at hjá summum av teimum var rætt og slætt vandi fyri lívi og heilsu.

Brandur Sandoy hevur reist málið í Løgtinginum í morgun og hann minnir á, at tá ið seinasta verkfall hjá pedagogunum var av, kunngjørdi táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, at hon fór at taka stig til at tryggja, at, at búfólkini á almennum stovnum, sum eru okkara veikastu borgarar, skuldi verjast undir verkføllum, so at støðan ikki kom at endartaka seg.

Men síðani er einki hent, og fakfeløg hava eisini sett seg ímóti, at ein serlig skipan verður sett í verk á hesum øki, tí tey hava ført fram, at hetta er at gera seg inn á verkfalsrættin.

Men Brandur Sandoy heldur, at okkurt má g erast á hesum øki, tí óttin fyri, at tey ikki fáa tað lívsneyðugu hjálp tey hava brúk fyri, er ikki til at bera.

Og hann heldur somuleiðis, at tað eigur ikki at koma fyri, at tey skulu verða noydd at flyta heimanífrá.

Samfelagið tryggjar alsamt fleiri bólkum ymisk rættindi, men enn hevur samfelag okkara ikki megnað at vart hesar borgarar í verkfalsstøðu, sigur Brandur Sandoy.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at hon er púra samd í, at tað er serstakliga avgerandi at finna eina loysn á hesum máli.

Tí hevur hon sett sjøtul á arbeiðið at fáa eina loysn á málinum og í tí hevur sambandi hevur hon eisini sett seg í sambandi við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um at fáa gongd á arbeiðið, tí mest av øllum er hetta eitt arbeiðsmarknaðarmál um at fáa eina loysn á málinum.

Brandur Sandoy heldur, at ein loysn kundi verið at sett eina óhefta nevnd at taka støðu til, hvørji undantøk tað er neyðugt at gera fyri at sleppa undan, at tey viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, og teirra avvarðandi, aftur koma í somu støðu sum seinast.

Tað, sum hendi seinast, skal ikki henda aftur, siga politikarar. Myndin er tilvildarlig