TIÐINDI     SOSIALURIN

Føroyar, eitt valdømi

kommunusaman-legging og tveykamarskipan



Millum ár og dag hevur nógv verið kjakast um, hvørt tað er neyðugt við kommunusamanlegging til størri kommunur ,og eitt valdømi hevði verið rættast til løgtingsval. Greinaskrivarin hevur skrivað eitt kjakinnlegg til grundlógarráðstevnuna í komandi viku, um hví og hvussu hesar broytingar kunnu ella skulu fremjast og at broytingarnar helst skula fremjast saman. Hetta er ein stytri grein um innihaldið í innlegginum

Undirritaði heldur tað verða alneyðugt fyri tað føroyska samfelagið, at løgtingsval verður í einum landsumfatandi valdømi, og at vit fáa størri og sterkari kommunur, altso kommunusamanlegging, sum kunna taka størri ábyrgd.
Hví?
Føroyar er eitt lítið samfelag við umleið 48.000 íbúgvum og 48 kommunum. Kommunubygnaðurin er frá eini tíð, tá Føroyar hvørki hevði eitt politiskt samfelag, samferðslukerv ella samskiftismiðlar, sum í dag. Fyrr hevur verið náttúrligt at býtt upp í hesar eindir, meðan samfelagsmenningin ger, at tað ikki er besta loysnin longur. Fleiri av kommunum í Føroyum eru so smáar, at tær í veruleikanum ikki klára at loysa uppgávur. Harafturat er ein stórur partur av teimum ov smáar til at fáa størri uppgávur at umsita, sum partur av økismenning. Tí elvir núverandi kommunalbygnaðurin ikki til nærdemokrati, økismenning ella miðspjaðing, men hinvegin til miðsavnan. Hetta, tí kommunurnar ikki eru førar fyri at taka størri uppgávur á seg, sum miðfyrisitingin so má taka sær av í staðin.
Størri og sterkari kommunur verða harafturímóti við til at styrkja nærdemokratiið og harvið verður tað ein miðspjaðing og økismenning. Trupuleikin er eisini, at núverandi kommunuskipanin hevur dupulta fyrisiting við sær, tí tær smáu kommunurnar ikki klára at umsita økir, sum tær størru hava. Í einum so lítlum samfelagi, sum okkara, er alneyðugt ikki at hava dupulta umsiting og tí verður neyðugt at hava størri kommunur, sum kunnu taka sær av teimum somu málsøkjunum, soleiðis at miðfyrisitingin ikki eisini skal umsita mál, sum eru løgd til kommunurnar.
Undirritaði heldur ikki, at núverandi valskipan við sjey valdømum er besta loysnin. Hendan skipanin ger, at landið verður býtt í 7 áhugabólkar, sum tingsins kosnu skula røkja. Tað ger, at tað ikki nóg ofta verður hugsað landspolitiskt, og kanska ov ofta hugsað lokalpolitiskt í Løgtinginum. Lokalpolitikkur skal vera í einum demokratiskum samfelagi. Men eftir mínum tykki hevði tað verið betri at flutt lokalpolitikin har, sum hann eigur at vera, nevniliga hjá størru og sterkaru kommunum. Fyrimunurin við einum valdømi er, at hetta sum frá líður ger, at Føroyar gerst eitt samfelag heldur enn sjey lokalsamfeløg sum ídag.
Eg eri fullvitandi um, at nógv so hugsa, at útjaðarøkini missa ávirkan, og at tær smærru kommunurnar vilja verða etnar av teimum størru. Men støðan er, at 2/3 av fólkinum býr uttan fyri Tórshavn og tí eisini fara at hava nógv fleiri atkvøður enn høvuðsstaðurin. Í einum landsvaldømi, kunnu tey velja millum allar politikarar, sum tey halda føra teirra politik, so tey fáa betur møguleika at velja betri umboð fyri teirra søk.
Harumframt hevur skipanin við sjey valdømum ein demokratiskan trupulleika, tí at dýrastu løgtingsumboðini kunnu kosta nærum tvær ferðir so nógv, sum tey bíligastu. Hesum trupulleika slepst undan við einum valøki. Valúrslitið gerst soleiðis rættvísari, tí flokkarnir fáa umboð beint eftir atkvøðutali og uttan fløkjur av valøki og eykalimum
Viðvíkjandi kommunum kann sigast, at bygnaðurin í dag ger, at miðspjaðing ikki er møgulig, tí kommnurnar eru ov smáar til at taka størri uppgávur. So um útjaðaraøkini veruliga vilja hava miðspjaðing og økismenning, so er alneyðugt við kommunusamanlegging.
Økisumboðan - eitt ráðgevandi 2. kamar
Men undiritaði metir, at mest fæst burtúr hesum broytingum, um tær verða samskipaðar. Soleiðis at eitt landsvaldømi verður styðjað av og fær mótspæl frá størru og sterkaru kommunum. Men fyri at fáa hesa skipan at virka enn betur, og at hon skal fáa legitimitet frá útjaðaranum, er eitt hugskot at gera eina tveykamarskipan, soleiðis at fyrsta kamarið, løgtingið, verður valt í einum landsvaldømi, meðan ráðgevandi 2. kamari verður í tí, sum ídag eru valøkini. Hetta bæði fyri at útjaðaraøkini skulu hava eina beinleiðis atgongd til tingið. Men eisini soleiðis, at alt landið og fólkið hevur álit á hesi broyting, tí demokrati byggir júst á fólksins álit. Soleiðis verður ráðgevandi annaðkamarið umboð fyri økini í einari nýggjari skipan, har lóggevandi løgtingið sum fyrsta kamar verður valt í einum valøki, ráðgevandi annaðkamarið verður valt í kanska núverandi valøkjunum ella hvat fer at verða tær størru kommunurnar. Kommunurnar fara at taka lut í eini veruligari miðspjaðing og økismenning, har tær fáa fleiri og størri málsøkir at umsita, og soleiðis fáa vit eitt betri nærdemokrati.
Fyrimunirnir við eina slíkari broyting er, at Løgtingið skal hugsa um landspolitik, meðan ráðgevandi annaðkamarið og størru og sterkaru kommunurnar føra lokalpolitik.
Uppskotið
Eitt valdømi, 7-9 stórar kommunur og ráðgevandi Økiskamar.
Bygnaðarbroytingarnar við einari kommunusammanlegging, soleiðis at vit fáa 7-9 kommunur: kommunurnar fáa meiri ábyrgd og betri nærdemokrati. Samstundis verður løgtingsval í einum landsumfatandi valdømi. Hetta hevur við sær, at landspolitikkur verður í Løgtinginum og lokalpolitikkur har hann hoyrir heima, hjá kommununum. Men fyri at fáa javnvág og tryggleika í broytingina, verður eitt ráðgevandi annaðkamar sett á stovn, Økiskamarið, sum verður valt við t.d. einum umboðið fyri tað, sum ídag eru valøkini, ella eftir týskari fyrimynd, at hvør kommuna velur eitt umboð í økiskamarið.
Økiskamarið skal vera ráðgevandi, sum, um meirilutið er í Økiskamarinum fyri tí, skal kunna krevja, at eitt av løgtinginum samtykt lógaruppskot skal beinast aftur fyri tingið, kallað fjórða viðgerð. Økiskamarið skal hava rætt at seta fram lógaruppskot, men ikki hava beinleiðis sýtingarrætt. Limirnir skulu kunna luttaka í løgtingsnevndum eftir ynski. Soleiðis varðveita økini sína beinleiðis atgongd til tingið, lokalpolitikkurin verður fluttur til kommunurnar og økiskamarið, sum elvir til betri nærdemokrati, miðspjaðing og økismenning, tí kommunurnar fáa førleika at yvirtaka størri málsøkir.
Av peningaligum ávum er neyðugt, at talið av løgtingslimum verður lækkað við í minsta lagi so nógvum limum, sum Økiskamarið fer at hava. Soleiðis fer løgtingið at hava millum 20 og 25 limir og Økiskamarið millum 7 og 9.