Hesir eru avloysararnir hjá Princess Nokia

Norðurlendsku tónleikararnir Phlake, Vök, Noah Carter og Yaeger eru lagdir aftrat G! festival skránni

 

Í vikuni boðaði G! festivalurin frá, at ársins høvuðsnavn, Princess Nokia, varð noydd at avloysa sína konsert á G! festivalinum í ár.

Í sama sambandi lovaði G! festivalurin, at nýggj nøvn komu seinni í vikuni, og tey eru hesi: PhlakeVökNoah Carter og Yaeger.

Phlake eru ikki ókendir ímillum G! fjepparar. Í 2016 stóðu teir sum ein rímuliga ókend donsk duo og lýstu upp á sandinum við tónleiki av teirra fyrstu fløgu “Slush Hours”. Í 2018 vóru teir mest spældi danski bólkurin í DR. Gleð teg til at hoyra Phlake á sandinum hóskvøldið á G!

Noah Carter hevur lyft danskt hipp hopp á eitt altjóða støði. Fyribils hevur hann argað heimin við nøkrum fáum útseldum konsertum og útgávum. Tónleikurin er myrkur og tekstirnir eru livandi. Noah er tað næsta stóra á danska rapp pallinum, halda vit.

Endiliga gjørdi íslendska Vøk innrás á G!. Elektroniska dreymapopptrio´in hevur fingið altjóða viðurkenning fyri útgávuna “In the Dark”, ið var útgivin í 2019. Vit gleða okkum til at nýskapandi, væl hugsaðu og atmosferisku ljóðmyndirnar fara at kína hvørjum sandkorni á Gøtusandi fríggjakvøldið á G! 

Við Yaeger fáa vit vitjan úr komandi ættarliði í svenskum popptónleiki. Yeager blandar tað besta úr svenskum poppi saman við amerikanskum hugburðsløddum R&B tónleiki.

Komandi 5 vikurnar fara vit at kunngera enn meira, umframt at vit fara at kunna nærri um, hvussu G! skráin kemur at síggja út.