Fráflytingin munandi minkað

Fólkatalið heldur á at veksa, men sum nakað nýtt tykist hetta ikki stava frá burðaravlopinum, men av eini minkandi fólkafráflyting.

Tann 1. november í ár var fólkatalið 49.079. Tað er sostatt vaksið við 561 fólkum síðani 1. november í fjør. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 228, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 333, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Burðaravlopið hevur verið minkandi seinastu árini og tí verður mett, at orsøkin til áhaldandi fólkavøksturin heldur er minkandi fráflytingin. 

Myndin omanfyri samanber 12 mánaðarskeiðini novembur til oktobur seinastu árini, og har sæst broytingin í tilflytingini týðiliga.

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar í Suðuroy. Lutfalsliga er minkingin líka stór í Suðuroy sum vøksturin norðanfjørðs.
Í tali er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga er javnt stórur vøkstur í Norðoya sýslu, Eysturoyar sýslu, Vága sýslu, Tórshavnarøkinum og í Streymoy annars við størsta vøkstrinum.