Hetta dámar teimum fínu í Havn, ikki

Í farnu viku varð eg útferð saman við øðrum í Mykinesi.

Eisini vóru vit úti í Mykineshólma og hugdu eftir lundum og súlum.

Fyri at koma út í Mykineshólma, noyðist man at ganga ígjøgnum eitt lundaland, sum eg meini tey har vesturi kalla fyri Lamban, ella okkurt tílíkt.

Mikil orrusta hevur tikið seg upp um hetta strekkið í løtuni, tí at tey har vesturi eru farin í holt viđ at gera eina gøtu til ferđafólk at ganga eftir.

Hetta dámar teimum fínu við spískum skóm og pennum í Havn, VFI, ikki, og royna at leggja teimum har vesturi fótonglar í vegin, so ongin gøta skal verđa gjørd. 

Á hesum staði sæst nógv slit í lendinum har ferđafólkini ganga, sum sæst á myndunum, og tađ er skilligt eftirsum ferðafólkini eru nógv, brattlendi er, og nógv eru ferðafólkini iđ hava brotið sær beinið á hesum strekki, tí tað gerst sera hált tá vátt er.

Sum tað eisini sæst á myndunum, er onki slit á bønum, har gøtan er gjørd. Gøtan er eisini hegnisliga løgd í lendið, so langt burturfrá lundaholunum sum møguligt er.

Mykinesfólk hava mist serstakliga nógv, síđani tey sjálvboðið góvust at taka lunda.

Afturfyri hevur ferðavinnan tikið dik á seg, og er í dag eitt gott bein hjá teimum har vesturi at standa á.

Tey lokalu vita oftast best um hvat rættast er at gera, og eg má siga at hendan gøtan sum er í ferð við at verða gjørd, kemur at verða til stórt gagn fyri bæði lendið og fuglalívið á stađnum, fyri fólkið í Mykinesi býr, og sanniliga eisini fyri trygdina hjá teimum sum velja at vitja hetta sermerkta stað.

Friðingarnevndin viðgerđ málið um gøtuna nú, og eg hopi at tey har vesturi sleppa at gera hesa gøtuna lidna.

Mín stuðul skulu tey í øllum førum fáa, sum royna at veita lendinum bøtandi hond.

Lat mykinesfólk sleppa at skipa ferðavinnuna har vesturi sjálvi. 

Tey eru góð við lendið, fuglin og oynna sum heild.