Hetta er als ikki at lata grótið fara fyri skeyti

Verður grótið úr Sandoyartunlinum lagt í hagan, fáa vit einar 100.000 fermetrar av góðum bøi burtur úr

Her er fyrsta skotið latið av fyri Sandoyartunlinum - men tey vera væl fleiri

Her er fyrsta skotið latið av fyri Sandoyartunlinum - men tey vera væl fleiri

Verður alt grótið, sum kemur upp á Gomlurætt úr Sandoyartunlinum, lagt í hagan oman fyri Velbastað, ber til at fáa einar 100.000 fermetrar av góðari slátturjørð burtur úr.

Tað sigur Rólvur Djurhuus, ráðgevari hjá Búnaðarstovuni.

Nú Sandoyartunnilin verður gjørdur, hevur nógv kjak verið um, hvat grótið, sum kemur upp á Gomlurætt, skal brúkast til.

Talan er um yvir 500.000 rúmmetrar av gróti og ymsar royndir eru gjørdar at fáa semju ímillum Tunlafelagið og myndugleikarnir, men tað hevur verið til fánýtis. Tískil heldur tunlafelagið fast um upprunaligu ætlanina sum er at tyrva grótið í haganum oman fyri Velbastað.

Men fleiri politikarar, bæði í býráðnum, og landspolitikarar, halda, at hetta er tað tað ringasta, sum kann henda, tí hetta er tað sama sum at grótið fer fyri skeyti.

Tað er Rólvur Djurhuus ikki samdur í. Hann sigur, at tunlafelagið vendi sær til Búnaðarstovuna um loyvi at tyrva grótið í haganum, og fyribils er loyvi til at tyrva ein triðing av grótinum, og tað fer at gera einar 33.000 fermetrar av bøi.

Men hann sigur, at samband er ímillum tunlafelagið og Búnaðarstovuna um at tyrva hinar báðar triðingarnar eisini, men enn er eingin avtala um tað.

– Verður alt tyrvt, fáast einir 100.000 fermetrar av góðari slátturjørð burtur úr og tað er nokk til at føða eini 15-20 mjólkneyt, sigur hann.

– Sostatt er als ikki talan um at grótið fer fyri skeyti, tí fyri landbúnaðin er hetta ein góð loysn, leggur hann afturat.

Ráðgevarin á Búnaðarstovuni sigur, at har hava tey bara játtað eini umsókn, men skal grótið brúkast til annað endamál, hava tey í Búnaðarstovuni ongar viðmerkingar til tað.

Men hann heldur eisini, at nógv av teimum, sum hava eina avgjørda meining um viðurskiftini, hava misskilt ein part av tí.

Tey føra fram, at tá ið grótið er lagt í hagan, skal ein øgilig mogd av mold takast onkustaðni frá til at leggja út yvir og tað fer at elva til eitt stórt sár í náttúruni har moldin verður tikin.

– Hetta er ikki so, tí øll mold verður fyrst grivin oman av og løgd til síðis, og tá ið grótið er lagt í útgrevsturin, verður sama mold tyrvd út yvir aftur. Sostatt er talan ikki um at føra mold aðrastaðni frá, sigur Rólvur Djurhuus.

Hann vísir á, at vit hava longu dømi um, hvussu slík tyrving riggar, og hann heldur at tað hevur verið ein sólskinssøga.

– Fyri 30 árum síðani fór Kollafjarðar kommuna at tyrva avgrevstur frá bygging og vegagerð í Kollfjarðardali, bæði grót, eyr og mold

 ##med2##

 

– Har var bratt, har vóru lagdir og heyggjar, og lendið var vátt, og stórur partur kundi ikki veltast, og var illa egnað til bit.

– Arbeiðið tók nógv ár, og tá Kollafjarðar kommuna fór saman við Tórshavnar kommunu, yvirtók Tórshavnar kommuna arbeiðið, sum var endaliga liðugt fyri nøkrum árum síðani.

– Har eru nú umleið 25.000 fermetrar av sløttum, turrum, harðvallaðum og gróðrarríkum bø, sum gevur nógv gras og er sera góður at arbeiða á við maskinum, sigur Rólvur Djurhuus.

 ##med3##

 

 

 

Hendan myndin er tikin nú í august 2019 og vísir, hvussu sama øki sær út í dag. Har eru nú umleið 25.000 fermetrar av góðum bøi

Her er fyrsta skotið latið av fyri Sandoyartunlinum - men tey vera væl fleiri

Hendan myndin er tikin stutt eftir, at fyrsti avgrevsturin er stoyttir í økið. Økið er tað, sum er ímillum ánna og vegin á ovaru helvt á myndini.

Hendan myndin vísir, hvussu sama øki sær út í dag. Har eru nú umleið 25.000 fermetrar av góðum bøi