- Hetta er álvarsligt

Tað sigur norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, nú alivinnan í Norðurnoregi stendur til at missa fyri eina miljard norskar krónur í laksi.

 

 

Norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, lýsir støðuna sum ógvuliga álvarsliga.

Norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, lýsir støðuna sum ógvuliga álvarsliga.

 

Higartil hava norsk alifeløg mist 11.600 tons av laksi í Nordland og Suður-Troms. Sambært norsku fiskivinnuumsitingini hevur misti alifiskurin eitt søluvirði, sum liggur oman fyri 720 miljónir norskar krónur. Greinarar siga, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, kunnu alarar rokna við at missa laks fyri meira enn eina miljard norskar krónur.

Fiskivinnumyndugleikarnir siga í einari frágreiðing mikudagin, at deyðiligheitin í innara parti og miðpartinum av Ofotfjørðinum nú er steðgað, men har er næstan eingin fiskur eftir. Hinvegin doyr framvegis nógvur fiskur í ytru pørtunum av fjørðinum.

Framskrivingar vísa, at algurnar, sum higartil hava gjørt av við øll hesi 11.600 tonsini av laksi, framvegis flyta seg, og norski Havgranskingarstovnurin ber ótta fyri, at "deyðsalgurnar", sum fyribrigdið verður rópt í Noregi, kunnu spreiða seg vestur eftir til stór aliøki í Rafsundinum, eins og til Molla og Skrova í Svolvær.

- Algublómingin er longu komin út úr Ofotfjørðinum og flytir seg í ytri pørtum av fjørðinum og móti Rinnøy. Hetta eru økir við munandi laksaaling, sigur havgranskarin og alguserfrøðingurin, Lars-Johan Naustvoll, sum starvast hjá Havgranskingarstovninum, við NTB.

Norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, lýsir støðuna sum ógvuliga álvarsliga, tí her er talan um stór fíggjarlig virði, sum fara fyri skeyti í hesum døgum. Hann heldur, at fólk heldur ikki eiga at gloyma, at algurnar kvala fiskin, og tí er hetta eisini ein spurningur um djóravælferð.

NTB hevur eisini spurt Harald Tom Nesvik, um alarar, sum nú eru vorðnir so hart raktir, møguliga skulu hava ein sonevndan "kreppupakka", eins og bøndirnir fingu eftir turkin í fjør summar.

- Tá støðan hevur "normaliserað" seg aftur, fari eg at bjóða alivinnuni til fundar, og tá fara vit at fáa eina gjøgnumgongd av støðuni. Tá verður eisini møguleikin at taka spurningin upp, hvørt tørvur er á einari hjálpandi hond, sigur norski fiskimálaráðharrin.

 

 

Norski fiskimálaráðharrin, Harald Tom Nesvik, lýsir støðuna sum ógvuliga álvarsliga.