Hetta er ársins bygd í Danmark

Fleiri føroyingar búgva í Torup, sum vistsamfelagið Dyssekilde er partur av

Lítla bygdin Torup, sum er norðast á Sælandi, hevur júst fingið heiðurin sum ársins danska bygd 2019. Í 30 ár hevur Torup sett burðardygt og vistgrøði á dagsskránna, og hetta er nú blivið viðurkent við hesum heiðrinum.

Tað sermerkta við hesari bygdini er býarparturin Dyssekilde, sum er eitt vistfrøðiligt býarsamfelag í Torup. Dyssekilde er eitt stað, har mann heilsar uppá sín granna, har børnini renna frítt runt, har húsini eru sjálvgjørd við hvør sínari persónligheit, og har vistfrøðin og burðardygdin verða sett í hásæti.

##med2##

Í Torup og Dyssekilde búgva fleiri føroyingar, sum eru við til at seta sín dám á hesa sjáldsama hugnaligu og sosialu bygd. Fyri knøppum ári síðani hittu vit nakrar teirra, tá vit gjørdu reportasju frá Dyssekilde, sum stóð at lesa í Sosialinum. Ein teirra var Louise Lindenskov, sum millum annað segði soleiðis:

- Mær dámar væl at búgva í felagsskapi, og eg gangi høgt upp í vistfrøði og burðardygd. Tað sermerkir hugburðin hjá teimum flestu, sum búgva her. Haraftrat er hetta eisini eitt upplagt og gott stað hjá børnunum at vaksa upp í.

##med3##

- Her hendir øgiliga nógv. Tey lokalu skipa regluliga fyri tiltøkum, so her er altíð okkurt at gera og fara til. Mann nýtist so ikki at keða seg her.

- Dyssekilde minnir meg onkursvegna øgiliga nógv um at vera í Føroyum. Um eg gangi ein túr gjøgnum býin, so kenni eg næstan øll, bæði børn og vaksin, segði Louise Lindenskov við Sosialin á heysti í fjør.

##med4##

Alt byrjaði fyri 30 árum síðani, tá nakrar eldsálir høvdu ein dreym um at skapa eitt vistfrøðiligt og burðardygt býarsamfelag uttan fyri meldrið í stóra Keypmannahavn.

Í dag búgva umleið 200 fólk í Dyssekilde, og saman við hinum umleið 150 íbúgvunum í Torup liva tey eitt lív við einari felags visión um, at tað góða lívið er grundað á samveru, virðing, vistfrøði, burðardygd og tolsemi.

##med5##

Dyssekilde er samansett av húsum úr náttúruvinarligum tilfari, har einki av húsunum líkist nøkrum øðrum húsum hvørki í skapi ella liti, og serliga eru tað gandakendu hobba-húsini, sum seta ein serligan ævintýriligan dám á staðið.

Tey lokalu deila bilar, hava vistfrøðiligan handil, endurnýtslustøð, sólorku og egna reinskan av spillvatni.

Har er allatíð okkurt at hyggja eftir ella onkur, sum sigur hey, ímeðan tey lúka í havanum ella slappa av í einum av mongu heingikoyggjunum á staðnum.

Dyssekilde er ikki einasta vistsamfelagið í Danmark. Har eru fleiri, sum líkjast Dyssekilde, og eftirspurningurin at búgva í slíkum felagsskapum er sera stórur, og hetta er nakað, sum bara vindur uppá seg. 

##med6##

Ein nýggjur vistfrøðiligur býarpartur við Dyssekilde sum fyrimynd skal eftir ætlan síggja dagsins ljós í nærmastu framtíð. Hesin býlingurin skal byggjast á eitt lendi, sum liggur beint við síðuna av Dyssekilde í Torup.

Húsini, sum verða sett upp har, verða Easy Domes iglohúsini hjá føroyska arkitektinum, Kára Thomsen. Hansara náttúruvinarliga húsaloysn egnar seg sera væl til vistsamfeløg, og tí skulu nøkur hús av hesum slag eftir ætlan setast upp í nýggja vistbýlinginum, sum skal eita Hvideland, í næsta ár. Tað verða tó ikki bara iglohúsini hjá Kára Thomsen, tí tey vilja hava tað so fjølbroytt sum gjørligt.

Vælkomin til Dyssekilde

Louise Lindenskov í lokala matvøruhandlinum

Sjálvt postkassarnir hava sjarmu í Dyssekilde

Tá Sosialurin vitjaði í Dyssekilde í fjør skipaðu tey lokalu fyri bálkvøldi, har øll matskráin sjálvsagt var vistfrøðilig