Hetta er at taka gundarlagið undan øllum

Henrik Old heldur lítið um, at føroyingar nú fara at reka beinleiðis fiskiskap eftir tí, sum er sjálvt føðigrundarlagið undir okkara fiskastovnum

– Hetta er at fara undir fiskiskap frá tí skeiva endanum. Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann sigur, at nú verður boðað frá, at Fiskimálaráðið hevur útskrivað trý loyvir til royndarfiskiskap eftir reyðátu undir Føroyum.

Henrik Old, heldur, at tað er ikki rætt, at hetta verður gjørt uttan um Løgtingið, tí hetta er eitt sera prinsipielt mál eftir hansara tykki. Og tí fer hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta so at Løgtingið fær høvi til at umrøða málið.

Hann sigur at hetta er at føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skal liva av.

Hann vísir á, at Norsk skip fiska reyðátu við suðurpolin, og norska stjórnin hevur givið loyvi til at fiska á leið 350.000 tons í norskum sjógvi.

– Hetta er gjørt, hóast norsku fiskivinnufeløgini hava mótmælt harðliga. Tað eru fleiri milliónir tons av fiski, sum um summarið eta serliga reyðátu í føroyskum sjógvi, sigur hann.

– Eg haldi, at tað vera at fara undir fiskiskap frá tí skeiva endanum, við tað at mann fyrst fer at fiska føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skal liva av. Og tí vil hann hava, at Løgtingið fær møguleikaat siga sína hugsan um at fiska eftir reyðátu.