Hetta er at tveita ábyrgdina frá sær

Vit hava eitt ræðudømi um, hvussu illa tað kann ganga, siga tey í Útoyggjafelagnum

Her liggur Ritan í Svínoy. Í framtíðini verður tað kanska eitt privat felag, sum skal røkja ferðasambandið til útoyggjarnar

Her liggur Ritan í Svínoy. Í framtíðini verður tað kanska eitt privat felag, sum skal røkja ferðasambandið til útoyggjarnar

Hetta er at renna undan ábyrgd. Tað sigur Ólga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum.

Í ólavsøkurøðu síni fortaldi løgmaður, at samgongan arbeiðir við eini ætlan um at einskilja og útveita ymiskt alment virksemi til privat at reka. Og í KvF nevndi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at eitt, tey hugsaðu um at einskilja og útveita, er siglingin hjá Strandferðsluni upp á útoyggjarnar, Fugloy, Svínoy og Kallsoy.

Hann vísti á, at siglingin upp á Mykines varð útveitt og tað var ein roynd, sum hepnaðist væl, og sum kundi verið fyrimynd fyri at útveitt fleiri rutur hjá Strandferðsluni. Hann væntar, at hetta hevði verið ein fyrimunur fyri útoyggjafólk, tí skipanin við Strandferðsluni er so óliðilig.

Men tað er Olga Biskopstø grundleggjandi ósamd í. Hon sigur, at hetta er at renna undan ábyrgdina fyri útoyggjarnar.

– Hetta er púra burtur við og er bara ein lættur máti máti at tveita ábyrgdina fyri útoyggjarnar frá sær, tí verður hetta sett í verk, verða vit púrasta slept upp á fjall, sigur hon. Hon hevur nevniliga ikki álit á, at tey fara at fáa nakra serliga veitingartrygd frá einum privatum felagið.

Hon sigur, at er Strandferðslan ósmidlig, er tað eingin annan enn landsmyndugleikarnir sjálvir, sum kunnu gera nakað við tað, tí tað eru teir, sum hava ábyrgdina Strandferðsluni, tí Strandferðslan er ein almennur stovnur. 

– Hetta er illa umhugsað og hevur einki útoyggjamenning at gera, sigur Ogla Biskopstø.

Og at siglingin upp á Mykines skal dragast fram sum ein sólskinssøga, er hon ikki samd í. Hon sigur, at tænastan hjá teimum, sum búgva í Mykinesi er verri nú, enn hon var, tá ið siglingin var almenn, sigur hon.

Hon sigur, at fólk skulu ikki lata seg lumpað av, at siglingin upp á Mykines verður søgd at vera á privatum hondum, tí tað er ikki heilt rætt.

– Landið rindar framvegis fyri at reka rutusiglingina upp á Mykines, sigur hon. Og sum støðan er nú, eru bara tveir túrar um dagin út til Mykinesar. Allir hinir túrarnir er privat sigling við ferðafólki, og sleppa mykinesfólk ikki við teir báðar vanligu túrarnar, mugu tey við ein av ferðafólkatúrunum, og tá rinda tey eisini fullan ferðafólkaprís fyri ferðaseðilin, leggur hon afturat.

Samskiparin sigur, at vit hava eitt ræðudømi um, hvussu illa tað kann ganga, tá ið slíkt verður útveitt og tað er, tá ið farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni vórðu einskildar.

– Tað var eitt stórt afturstig fyri útoyggjarnar, tí eingin vildi átaka sær tann sama farmaflutningin, sum Strandferðslan hevði havt. Tí mátti ein nýggj skipan gerast, men hon er verri enn so líka góð, sum tann ið var, sigur hon.

Her liggur Ritan í Svínoy. Í framtíðini verður tað kanska eitt privat felag, sum skal røkja ferðasambandið til útoyggjarnar