- Hetta er blivið forsømt í so nógv ár

- Bíðilistin til vardan bústað er so øgiliga langur, at tað krevur alternativar loysnir fyri at fáa hann niður, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna

Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna

Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna

Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna, finst at vantandi politisku raðfestingini av bústaðarmøguleikum til fólk, sum hava serligan tørv. Bíðilistin til vardan bústað er nevniliga næstan tvífalt so langur sum fyri tveimum árum síðani. Seinastu tølini vísa, at 152 fólk standa á bíðilista til bústað.

- Tað er absolutt ikki nóg gott, at bíðilistin er blivin so langur. Hetta er eitt úrslit av, at økið er blivið forsømt í so nógv ár. Hetta er yvirhøvur ikki blivið nóg høgt raðfest av teimum nógvu undanfarnu landsstýrunum, sigur Fía Petersen í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.

Les eisini: Metlangur bíðilisti til vardan bústað

Vónin hjá Javna er, at meira fokus verður sett á at byggja munandi fleiri bústaðir til fólk við tørvi. Men at byggja er ikki nóg mikið, halda tey.

- Tað er eisini neyðugt at hugsa í alternativum loysnum. Bíðilistin er so øgiliga langur, at tað krevur alternativar loysnir fyri at fáa bíðilistan niður, sigur Fía Petersen.

Fía Petersen vísir á, at ein loysn kundi verið at tryggja teimum, ið nú búgva í egnum bústaði, røttu hjálpina.

- Sum nú er, fáa tey ikki ta hjálpina, tey hava fyri neyðini, um tey velja at búgva sjálvi. Um hesir møguleikarnir vóru betri, og fólk fingu møguleika at búgva í egnum bústaði við hjálp, kundi tað ivaleyst eisini fingið bíðilistarnar niður.

Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna