- Hetta er ein heilt annar dagur

- Tað fer helst at taka eina tíð at venja seg við, at gerandisdagurin er so nógv broyttur, sigur 31 ára gamli borgarstjórin í Eysturkommunu

 

- Vit fara øll at starvast kommununi og fólkinum til frama, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Vit fara øll at starvast kommununi og fólkinum til frama, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

Per Martin Gregersen, sum er 31 ára gamal og telist millum yngstu borgarstjórar í Føroyum, hevur royndir sum sølu-og marknaðarleiðari í privatari fyritøku, Vaðhorn Seahorn á Strondum. Hóast stutt er fráliðið, síðan nýggja býráðið í Eysturkommunu tók við, og ungi maðurin gjørdist borgarstjóri, er lætt hjá Per Martini Gregersen at síggja, at arbeiðsdagurin nú er ein heilt annar.

- Hetta er púrasta hvør sítt. Eg eri rættiliga tendraður til hesa uppgávu, sum fólk hava víst mær álit at standa á odda fyri, og eg gleði meg til árini, sum liggja fyri framman, sigur Per Martin Gregersen sum ásannar, at tá hann varð valdur - og enntá fyrst valdur og fekk høvi at gerast borgarstjóri - setti sær sjálvum spurningin: Hvat er hetta, eg havi rótað meg út í?

- Men, soleiðis síggi eg ikki tingini í dag. Umframt skilagóð fólk í býráðnum - væl spjadd millum bygdirnar í kommununi - hava vit eina góða umsiting, sum veit um alt í kommununi. Fólk hava greiðar meiningar, og soleiðis eigur tað eisini at vera í einum góðum og gevandi samstarvi.

Per Martin Gregersen ásannaði skjótt í starvinum sum borgarstjóri, at hetta er ein heilt annar dagur enn dagurin í privatu fyritøkuni á Strondum hevur verið. - Jú, hetta eru tvær ymiskar avbjóðingar, og tað er ikki sørt, at eg sakni fiskin. Tað fer helst at taka eina tíð at venja seg við, at gerandisdagurin er so nógv broyttur.

Borgarstjórin, ið er hin einasti av býráðslimunum, sum hevur sína dagligu gongd í nýggjastu býráðshúsunum í Føroyum, noyðist sjálvsagt at liva við, at onnur í býráðnum eru til arbeiðis í vanligu dagtímunum.

- Tað merkir, at so at siga alt fundarvirksemi liggur seint seinnapartar og um kvøldarnar, og tí kunnu dagarnir hjá einum borgarstjóra eisini gerast langir. Hóast dagurin er øðrvísi, ivist eg onga løtu í, at hetta verður ein bæði lærurík og spennandi tíð, har vit øll fara at starvast kommununi og fólkinum til frama, sigur Per Martin Gregersen.

- Vit fara øll at starvast kommununi og fólkinum til frama, sigur borgarstjórin. Mynd: Álvur Haraldsen.