- Hetta er ein ógvuliga syrgilig støða

- Vit kenna ikki framtíðina, men nú haldi eg, at tað sær svart út, sigur forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini.

 

 

 

- Hetta hevði eg slett ikki væntað, og eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð um, at virkið møguliga fór at lata aftur. Sandoy Seafood hevði bjóðað øllum arbeiðsfólkunum út til Nólsoyar ein túr seinni í hesum mánaðinum. So, hetta kom í allar mátar púra óvart á okkum.

Tað sigur Fríðhild Winther, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun, sum hevur havt einar 25-30 limir á flakavirkinum, sum nú letur aftur. Sjálv hevur hon verið knýtt at flakavirkinum í Skopun heilt síðan 1978 – við undantaki av umleið trimum árum, tá virksemið hevur ligið stilt.

- Tað var ein steðgur á virkinum eini tvey ár í kreppuni í fyrru hálvu av nítiárunum, tá óføru Delta-menninir á Tvøroyri vóru við til at reisa virksemið á føtur aftur. Síðan var aftur ein steðgur nøkur fá ár herfyri, tá Marine Harvest hjálpti til við at fáa virksemið á føtur aftur.

Forkvinnan í Vónini heldur, at nú er lítil vón um, at virksemið í Skopun verður reist á føtur aftur. - Vit kenna ikki framtíðina, men nú haldi eg, at tað sær svart út. Eg hevði als ongan varhuga av, at virksemi fór at halda uppat.

##med2##

Vegna tey arbeiðsfólk, sum virksemið í Skopun hevur havt so stóran týdning fyri, harmast hon ómetaliga nógv um støðuna, sum knappliga hevur tikið seg upp. Hon vísir á, at nøkur av teimum, sum arbeiða á flakavirkinum í Skopun, ikki hava fingist við annað enn fiskaarbeiði.

- Nú virkið letur aftur, noyðast tey kanska heilt inn á Skálafjørðin, um tey skulu fáa líknandi arbeiði aftur, sum tey hava havt í Skopun. Onnur, sum hava roynt okkurt annað, kunnu kanska fáa arbeiði í røktini ella aðrastaðni, men eingin vissa er fyri hesum, sigur Fríðhild Winther í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í dag.