– Hetta er ein syrgiligur dagur

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, fortaldi í tíðindunum á FM1 í dag um uppsøgnirnar

Jóhanna á Bergi, stóri í Atlantsflogi

Jóhanna á Bergi, stóri í Atlantsflogi

– Hetta rakar nógv fólk og nógvar familjur, so hetta er ein syrgiligur dagur fyri okkum øll.

Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Hetta sigur hon í sambandi við, at fleiri starvsfólk í Atlantic Airways í dag eru uppsøgd.

Summi av starvsfólkunum hava verið í starvi hjá Atlantic Airways í nógv ár.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu útlitini eru fyri, at hesi fólkini koma aftur til arbeiðis.

– Tað tora vit ikki at siga nú. Her eru 140 fólk eftir í Atlantic Airways, og avbjóðingin hjá okkum er, at her er onki virksemi, sigur Jóhanna á Bergi. 

Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jóhannu á Bergi við at trýsta á pílin undir myndini.

Jóhanna á Bergi, stóri í Atlantsflogi