– Hetta er eitt groft álop á Havnina

– Hetta er eitt groft álop á Havnina, einki minni enn tað.

So bersøgin er Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, nú tað er greitt, at ætlanir eru um at avkastið hjá Bústøðum skal vera hægri, byggir bústaðarfelagið í Havn.

Tað er frammanundan dýrt at búgva í Havn, og tað kann ikki vera meiningin at almenna bústaðarfelagið skal gera tað dýrari.

– Í løtuni er tað øgiliga dýrt at leiga í Havn, tí at útboð og eftirspurningur ger, at her er avmarkað tal av íbúðum, og prísirnir eru høgir. Tað er her, sum størsti tørvurin er, um vit nú við Bústøðum í rygginum skulu hava eitt harðari avkast í Havn enn í restini av landinum, sigur tað seg sjálvt, at prísurin per eind verður enn dýrari í Havnini.

– Sambært stjóranum í Bústøðum verður prísurin 20 prosent hægri, enn hann verður í dag, og tað kunnu vit slett ikki liva við. Hetta merkir, at í ringasta føri verður tað bert høga elitan, sum kann búgva í Havnini, meðan hart raktar barnafamiljur mugu fara aðrastaðni at búgva. Tað vil eg ikki, og tað er ikki tað, sum mann skal brúka eitt alment bústaðarfelag til, sigur Annika Olsen.

Samstundis er hetta eisini at seta Havnina upp móti restina av landinum, og tað kann ikki vera endamálið við Bústøðum.

– Tað skal vera eins treytir fyri alt landið. Tú kanst ikki gera mun á kommununum. Tað, sum tey gera nú, er at stilla kommunurnar upp móti hvørjari aðrari. Havnina móti bygdunum. Og tað er ein óskikkur at gera so. Tá tú gert politikkir, so javnsetir tú borgarar. Tú kanst ikki brúka Bústaðir sum eitt politiskt amboð til at seta borgarar upp móti hvørjum øðrum í landinum.

– Eg skilji væl tankan um at javnseta tað privata og tað almenna, men forteknini eru øvugt. Nú ger mann tað bara verri fyri almenna felagið í Havnini ístaðin fyri javnseta tað privata við tað almenna. Til dømis kundi tað verið lagalaðari fyri tað privata í mun til atgongd til lendið, um tað privata kann vísa á, at leigubústaðirnir eru til almannagagnligt endamál.

Annika Olsen fýlist eisini á, at hetta fer at geva landsstýriskvinnuni heimild at gera av, hvussu byggjast skal í Havnini, og tað er uppgávan hjá Tórshavnar býráð - ikki landsstýrinum.

– Tað, sum mær ikki dámar við hasum uppskotinum, er, at mann gevur landsstýriskvinnuni ein blankokekk at gera av, hvar hesar 100 milliónirnar skulu staðsetast. Tað vil siga, at um í vit vilja byggja á Frúutrø ella á Villingardalsvegnum onkra aðrastaðni í okkara býarætlan, so skal landsstýriskvinnan góðkenna tað, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.