Hetta er eitt krav fyri at vinna løgtingsvalið

Nógv valevni í Fólkaflokkinum er fullgreið yvir, hvat krevst fyri at vinna Løgtingsvalið

Í Fólkaflokkinum eru tey greið yvir, hvat krevst fyri at fáa eitt gott løgtingsval

Í Fólkaflokkinum eru tey greið yvir, hvat krevst fyri at fáa eitt gott løgtingsval

Fólkaflokkurin má vinna løgtingsvalið í Suðurstreymoy.

Fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum siga, at tey eru fullgreið yvir, at fær flokkurin ikki eitt gott úrslit í Havn á løgtingsvalinum 31. august, kann alt gera tað sama.

Á eykalandsfundi í Fólkaflokkinum týskvøldið vístu tey á, at Havnin er so stórt, at tað er altavgerandi fyri valúrslitið at standa seg væl í høvuðsstaðnum.

– Fáa vit ikki eitt gott úrslit í Havnini, er tað til lítla nyttu, at vit fáa eitt gott úrslit kring landið, helt eitt valevni fyri.

Nettupp Suðurstreymoy hevur verið tann stóri veikleikin hjá Fólkaflokkinum, tí á løgtingsvalinum seinast fekk hann bara 13,3 prosent av atkvøðunum í Havn og tað var ein afturgongd upp á fýra prosent síðani valið í 2011.

Sostatt var hann minstur av teimum stóru flokkunum og stórur dentur er lagdur á, at styrkja flokkin aftur, eitt nú við at fáa borgarstjóran í Havn.

Men tey leggja samstundis dent á, at tey hava góðar vónir um at fáa eitt gott úrslit í Havn, tí tey halda, at tey hava valevnini til tað.

– Fólkaflokkurin skal hava minst tvey løgtingsumboð úr Havnini staðfesti Hans Joensen, sum er valevni, og formaður í lokalfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy.

Onkur annars setti nøsina upp eftir, at flokkurin skal fáa trý løgtingsumboð úr Havnini.

Í Fólkaflokkinum eru tey greið yvir, hvat krevst fyri at fáa eitt gott løgtingsval