- Hetta er eitt vandamikið stað

Tað siga Øssur Debes Eiriksfoss og Jóni Christiansen í lívsjáttandi stuttfilmi, har teir loypa á sjógv og fiska

- Hetta er eitt vandamikið stað. Á eggini millum veruleika og søgn. Soleiðis hevur tað verið í øldir. Lívið trívst her. Og soleiðis er tað enn í dag.

Soleiðis verður sagt í nýggjum bergtakandi stuttfilmi um teir báðar Øssur Debes Eiriksfoss og Jóna Christiansen, sum brúka føroysku náttúruna sum spælipláss. Miðilin Merrel Outside hevur fylgt teimum, meðan teir hoppa á sjógv frá stórum hæddum. 

- Ein skuldi trúð, at eitt so vandamikið stað var lívleyst. At alt heldur seg burtur. Uttan kanska fuglarnir, ið flúgva og sveima. Men soleiðis er ikki.

Tú kanst síggja stuttfilmin her:

##med2##

 

 

The Titans | Merrell