Uppboðssøla skapar ótryggleika

Tað sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, kemur nú við eini rættleiðing til tað, sum bleiv sagt í tíðindunum í Kringvarpinum um støðuna hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag um broytingarnar í fiskivinnuni.

Útvarpið segði, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag tók undir við at royna uppboðssølu, men Annfinnur Garðalíð sigur nú, at hetta er ikki í tráð við sannleikan.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur tí sent út eitt skriv, har felagið í seks punktum lýsir sína støðu.

Eitt av punktunum er, at felagið metir heilt greitt, at uppboðssøla skapar ein ótryggleika í vinnuni og nevnir flotan í Barentshavinum sum dømi. Einasta føri, har felagið mælir til at loyva uppboðssølu, er tá talan er um heimaflotan. Tá mælir felagið til, at 1/3 av veiðuni eigur at verða seldur um telefonuppboðssølu, aftaná at hon er veidd av føroyskum skipum við føroyskari manning.

Felagið metir annars, at øll avgjøld, so sum tilfeingisgjald og veiðugjald og eitt møguligt gjald fyri kvotur, eigur at vera goldið av reiðaranum. Tað vil siga, at hýran til limir felagsins skal gjaldast av avreiðingarvirðinum, áðrenn útreiðslur fyri avgjøld og annað eru trekt frá.

Felagið mótmælir eisini krøvunum um gjald fyri avreiðing uttanlands, sum er ein forðing fyri fríum marknaðarkreftum og felagið ynskir eina loyvisskipan, sum varar í eini 12 til 15 ár.

Punktini er soljóðandi í fullum líki:

1) Tá talan er um, at reiðari hevur goldið fyri eina kvotu, so er kvotan altíð ogn hjá reiðaranum, og útreiðslur fyri kvotuna kunnu tí undir ongum umstøðum ávirka hýruna hjá limum okkara. Hetta gjald eigur reiðarin altíð einsamallur.

2) Støðan hjá felagnum er, at hýran altíð verður goldin av avriðingarvirði áðrenn talan er um gjøld t.d. tilfeingis- og veiðugjøld.

3) Uppboðssølan skapar ótryggleika í vinnuni, og her kann nevnast at Barentshavsflotin, sum hevur upparbeitt sølulið út í heimi kann fara fyri skeyti.

4) Krøvini um gjøld fyri avreiðing uttanlands eru ein forðing fyri fríum marknaðarkreftum. Felagið mótmælir hesarai skipan, og eigur skjótast gjørligt at vera avtikin.

5) Skipara- og Navigatørfelagið mælir til eina loyvisskipan, sum er eini 12 til 15 ár.

6) Felagið mælir til, at tá talan er um heimaflotan, eigur t.d  1/3 av veiðuni eigur at vera seldur um telefonuppboðssølu aftaná, at hann er veiddur við føroyskum skipum við føroyskari manning.