Hetta er farið fullkomiliga av sporinum

Hetta er óreiðiligt av býráðslimum og tað er at gera mismun á fólki, heldur hon

Hetta er eitt mál, sum er fullkomiliga farið av sporinum. Tað sigur Gunvør Balle, býráðslimur í Havn, og varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Og Annika Olsen borgarstjóri leggur afturat, at hon kann ikki liv við einum máli, sum hesum.

Tað snýr seg um ein borgara, sum hevur heitt á Býráðið um at fáa grundstykkið, hann hevur fingið frá kommununi í Klingurstjørn, um við grundstykki, ein annar umsøkjari hevur fingið.

Men hann hevur ongantíð goldið fyri tað, hóast hann fekk rykkjara frá kommununi við eini seinstu freist á.

Tvørtur ímóti hevur hann síðani váttað, at hann ætlar sær ikki at byggja á stykkinum, tí hann hevur keypt hús ístaðin.

Umsingingin í býráðnum sigur, at tá ið hann ikki hevur goldið fyri stykkið, hevur hann heldur ikki ræðisrættin á tí og kann sostatt heldur ikki lata nakran annan fáa tað.

Tískil eigur stykkið at fara aftur í stórapott, so at lutakast kann vera ímillum allar umsøkjararnar, sum einki stykki fingu, um hvør av teimum skal fáa stykkið. Talan er um einar 80 umsøkjarar, sum einki stykki fingu, og sum sostatt standa á bíðilista.

Men meirilutin í býráðnum er altso ósamdur við umsitingina í býráðnum. Í hesum meirilutanum eru allir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn. Tey gjørdu av at ganga ímóti tilmælinum hjá umsitingini og samtykti tískil, at geva loyvi til umbýtið.

Bergun Kass er annars limur í samgonguni í býráðnum, men í hesum málinum fór hon í parti við andstøðuni. Tað gjørdi hon eisini í málinum um go-cartbreytina á Skarðshjalla og tí sleppur hann at halda fram, hóast umsitingin heldur, at tað stríður ímóti byggisamtyktini.

Gunvør Balle sigur, at tað, sum meirilutin í býráðnum hevur gjørt, er óreiðiligt og tað er at gera mismun á borgarum. Hon sigur at í hesum føri hava sjey býráðslimir samtykt at ganga beint ímóti reglunum hjá kommununi og at geva einum einstøkum borgara ein serligan fyrimun.

Reglurnar eru púra greiðar og tær eru, at verður eitt grundstykki ikki goldið, fer tað aftur í pottin, har allir umsøkjarar, sum ikki fingu eitt stykki, eru við í lutakastinum.

Men nú hevur meirilutin samtykt, at hetta stykki skal ikki við í lutakastið, tí ein annar borgari fær tað undirhonds.

– Umstingin hjá býráðnum hevur sagt, at undir hesum umstøðum ber tað ikki til hjá teimum at fyrisita hetta øki longur.

– Tað er heilt ótrúligt, at vit skuldu koma hartil í Tórshavnar Býráð, leggur Gunvør Balle afturat.

Hon sigur at sami meiriluti gjørdi eisini minsmun á borgarum, tá ið hon letur ein borgara fáa eitt stykki til go-cart breyt á Skarðshjalla fyri 100 krónur um árið, ímeðan øll onnur mugu rinda fullan prís.

Les eisini: Sleppa at koyra stuttleikakoyring í Havn - í minst tvey ár afturat

Annika Olsen sigur, at tað ber ikki til, at ein einstakur borgari kann fáa rætt til at taka ræðið á einum grundstykki hjá kommununi.

Geva vit einum borgara sersømdir av hesum slagi, eru vit farin út á eitt síðuspor, sum eg ikki kann liva við, sigur Annika Olsen.

https://www.in.fo/news-detail/news/byradslimir-i-havn-klagadir-til-landsstyrid/Les eisini: Býráðslimir í Havn klagaðir til Landsstýrið

Tí boðaði hon frá, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fara at kæra hetta málið til kommunala eftirlitið, eins og tey eisini fara at kæra málið um go-cart breytina.

Vit hava eisini tosað við Bergun Kass um málið. Meiri um tað seinni