- Hetta er fínasta slag!

Tað var ein kvinna, sum ringdi av Toftum, ið slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.

Ann-Britt Johannesen slapp at royna eydnuna fult út í kvøld.

Ann-Britt Johannesen slapp at royna eydnuna fult út í kvøld.

 

Ann-Britt Johannesen var kvinnan, sum fekk fulla plátu og slapp at gera av, um tær 1,8 miljónir krónurnar, sum høvuðsvinningurin var í Gekka-spælinum í kvøld, skuldi í ein leyp - ella, um upphæddin skuldi deilast í teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi.

Hon valdi at gera tað, sum flestu gera - at deila upphæddina. 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm longu var ein góður vinningur á 100.000 skattafríar krónur. Men, Ann-Britt Johannesen hevði ikki hug at gevast beinanvegin, nú hon endiliga var sloppin at royna seg.

- Eg haldi, eg prøvi einaferð aftrat, segði hon.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur, sum eisini er ein góður vinningur. - Eg haldi, eg prøvi triðju ferð eisini, segði Ann-Britt Johannesen.

Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum saman við teimum 500 krónunum, ið plátan gevur, gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld. - Tað er fínasta slag, segði Ann-Britt Johannesen, sum soleiðis slapp at royna eydnuna fult út í kvøld.

Ann-Britt Johannesen slapp at royna eydnuna fult út í kvøld.