Hetta er harmiligt at síggja

Vit føla okkum eitt sindur býtt, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum

Hetta er harmiligt at síggja. Tað sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum. Um tvær vikur, tann fyrsta oktober, verður aftur loyvt st skjóta lomviga, lunda, álku og skarv, og tað er eitt møguleiki, sum nógv brúka til at skjóta eitt stórt tal á fugli.

– Hetta er stórt spell, tí tað er so lítið til av fugli, at hann átti at verið friðaður við lóg, heldur formaðurin í Útoyggjafelagnum.

Fleiri staðir kring landið hava bygdarfólk, av sínum entingum, gjørt at friða fuglin, og tískil verður lítið og einki fleygað av lunda, og tað verður at kalla heldur ikki farið í bjørgini at ræna.

– Tí føla vit okkum eitt sindur sum idiotar, at vit hava friða fuglin, tá ið vit so standa á eggini og hyggja út á sjógv og síggja eitt stórt tal á bátum, stima runt og skjóta púra vilt, sigur hann. Hann sigur, at í heilt nógvum førum er talan um skjóttgangandi bátar, sum við nýmótans byrsum, taka fugl í heilt stórum tali. Teir sigla so skjótt, at teir fara um stórar víddir upp á ein dag, og sostatt er veiðan so ótrúliga nógv effektivari nú enn hon var fyrr. Vit hava eisini frætt frá fólki, sum hava leiga bát út til at skjóta fugl við.

 – Teir støvsuga alt fyri fugl og tá gevur tað ikki ordiliga meining, at bygdarfólk hava friðað fuglin av sínum eintingum, sigur gamli dímunarbóndin. Vit hava ikki tikið lomviga, hvørki fugl, ella egg, síðani í sjeytiárunum, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað tá ið hann var yngri, fleygaðu try túsundtals lundar. Okkurt ári hava tey fingið eini 8.000 lundar, men tað er eini 15 ár síðani at tey í Dímun góvust við tí. Fyrr tóku tey eisini nógv egg, eini 10.000 egg, men tað er fyri hansara tíð, so tað hava tey ikki gjørt nakað við í nógv ár.

Hann sigur, at í tað er í mesta lagi 10 prosent av tí fugli at síggja í bjørgunum sum tað var, tá ið hann var ungur, so tað lítla sindri, sum er eftir, átti at fingið frið, heldur hann. Í minsta lagi heldur hann, at kvota átti at verið sett á, hvussu nógvan fugl, hvør einstakur hevur loyvi til at veiða.

– Tað er syndarliga lítið eftir av fugli at síggja í bjørgunum – og tað man vera upp aftur minni av pisum, sum koma undan, tí vit síggja eisini, at tað verður eitt stórt tal á eggum og pisum, sum verður tikið av rottu, og kanska serliga av svartbaki, skúgvi og ravni, so tað, sum yvirlivir, átti at fingið frið.

– Tað líkist slett ongum, at fuglur verður veiddur fyri at selja– og tað eru eisini ørandi upphæddir, hann verður seldur fyri, leggur hann afturat.