Hetta er heilt ótrúliga groft

Jacob Vestergaard er óvanliga bersøgin um framferðina hjá einum føroyskum og einum donskum fólkatingsmanni

Hetta er heilt ótrúliga groft!

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er rættiliga fortørnaður inn á framferðina hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, fólkatingsmanni fyri Vinstra-

Í eini almennari fráboðan herfyri staðfestu teir báðir, at nú er tíðin er búgvin til at til, at Føroyar taka ábyrgd í samband við trygdarviðurskiftini í ríkisfelagsskapinum og at vit eiga at útflyta minni av fiskavørum til Russlands og meir til ES.

 Les alt um tað málið her: Nýggja støðan hjá ríkisfelagsskapinum krevur nýggjar handlingar

Og beint nú hava teir báðir boðsent Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharra, og Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í samráð um eina nýggja handilsavtalu ímillum Føroyar og ES og um ætlanina at seta ein radara upp í Føroyum.

Eitt nú vilja teir tosa um, hvørji tiltøk eru neyðug fyri at tryggja ríkisfelagsskapin ímóti hóttanum frá fremmandum stórveldum.

Verður stóri ES-marknaðurin latin up fyri okkum, verða vit minni bundin at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til, siga teir báðir í eini felags fráboðan, har teir eisini ávara ímóti trýsti frá teimum ódemokratisku londunum í eysturi. Teir siga, at eitt dømi um russiskan ágang er, at flogfør hava flogið beint við - ella í - føroyskum loftrúmi.

Jacob Vestergaard heldur, at tað er ótrúliga langt úti, at tveir fólkatingsmenn ganga niðri á Fólkatingi og blanda seg upp í, hvønn vit útflyta fisk til, tí tað hava teir einki við at gera yvirhøvur. Og hann var heilt óvanliga bersøgin í Løgtinginum hendan dagin.

– Eg kundi ikki skitið meiri á tað um russarar so flugu yvir Føroyum, um teir so flúgva hvønn dag, segði hann

– Tað liggi eg ikki í andvekri av, leggur hann afturat.

Hann sigur, at vit hava altíð havt eitt gott samstarv við russarar og hann vónar, at tað fer at halda fram. Hann ger greitt, at hansara partur skal so ikki liggja eftir í royndunum at varðveita tað góða sambandið við Russland og so leingi hann er landsstýrismaður, fer tað samstarvið at halda fram.

Jacob Vestergaard sigur, at tað er ikki á fólkatingi, at føroyskur vinnupolitikkur skal rekast og hann heldur at framferðin hjá føroyska og danska fólkatingsmonnunum, er óhoyrd.

– Tað eru vit sjálvi sum skulu røkja okkara áhugamál og tað skal ikki avgerast í Fólkatinginum. Tað hevur stóran týdning, at vit selja fisk allastaðni og tí er tað vandamikið hjá okkum, at vit fara at býta heimin sundur í vinir og fíggindar.Vit skulu halda okkum so óheft sum gjørligt og hava eitt gott og virðiligt samstarv við allar partar, sigur hann

Hann ávarar ímóti at vit í Føroyum lata okkum draga upp í eina danska strategi um, hvønn teir vilja samstarva við, ella ikki, tí tað skulu vit halda okkum heilt uttan fyri.

– Tað sær út til, at alt verður gjørt til trygdarpolitikk fyri at hava eina umbering fyri at leggja seg út í okkara viðurskifti. Danir vilja ikki samstarva við Kina og tí verður Huawei í Føroyum gjørt til ein trygdarspurning og danir vilja ikki samstarv við russarar og tí verður okkara útflutningur til Russlands gjørdur til ein trygdarspurning.

Vil nakar loynilurta eftir okkum, kann tað gera akkurát tað sama hvørja útgerð við hava til telesamskifti, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hann hevur ført nógvar fiskivinnusamráðingar við russarar og hann hevur altíð følt týdningin av, at vit hava gott samstarv við russarar. Men fyri tað, skulu vit eisini samstarva væl við onnur, leggur hann afturat.

Hann minnir á, at bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðani royndu Es og Danmark at knúsa Føroyar við at boykotta okkum, og við at forða okkara útflutningi av fiski, sum er sjálvur mergurin í føroyska búskapinum.

– Tá sluppu føroysk skip ikki so frægt sum inn í danska havn, tí eisini danir boykottaðu okkum, hóast vit skulu eitast at vera í ríkisfelagsskapi. Tað tíðina gloymi eg ikki, men tá vóru russarar góðir hjá okkum, tí tað var takkað verið samstarvinum við teir at vit komu so heilskapað burtur úr tí, sum vit gjørdu, minnist Jacob Vestergaard aftur á.

– Mær dámar einki at vit eru farin at  brúka Russland sum eina ræðumynd, tí teir eru akkurát líka góðir Føroyavinir, sum onnur eru – og mær vitandi hava vit ongar fíggindar nakrastaðni, sigur Jacob Vestergaard.