Bubu við nýggjum

Stórt útgávutiltak verður leygardagin við sangum, litbók og søgum.

Klovnurin BUBU er virkin, og hetta sæst aftur bæði í­ tiltøkum og útgávum. Fyri einum mánað síðani kom videolagið BUBU-vinur, har fleiri kendar røddir syngja við. 

 

Nú er enn eitt sjónbandalag komið í­ savnið hjá klovninum - hesaferð lagið Frukt og Grønt,  sum snýr seg um frukt og grønmeti og hvat hetta ger við okkum. Orð og lag eiga teir báðir Eyðbjørn Jacobsen og Finn Johannessen, og er sjónbandalagið upptikið í­ Miklagarði. 


 
Leygardagin verður stórt útgávutiltak í­ SMS, har Klovnurin BUBU fer at lata úr hondum sína fyrstu  fløgu - har 16 BUBUsangir - og sangir eru á. Umframt hetta, verður eisini litbók, har tekningar eru í, sum hóska seg til sangirnar í fløguni, og teksturin til sangir er at finna -  við akkordum, soleiðis at børnini kunnu lita og onkur kann spæla guitar saman við teimum, so at hugnin gerst enn størri. Eisini eru smáir litblýantar í BUBU gávupakkanum. Tað er unga gentan úr Eysturoynni Abigail Fríða Gardlykke, ið hevur teknað vøkru og fittu tekningarnar í litbókini. 

Til útgávutiltakið - fer BUBU at syngja sí­nar  sangir, umframt onkran nýggju av fløguni, og verður tað  Jens Marni Hansen við bólki, ið fer at spæla undir. Seinni á degnum, fer Jens Marni Hansen við bólki eisini á pallin við sangum av síni seinastu útgávu,  har millum annað, Robert, Nikolina og Ólavur Højgaard, koma at luttaka eisini. 

 

 
Seinasta á útgávudegnum, verða søgufrásagnir, har BUBU fer at fortelja ymiskar søgur. Torgið í­ SMS er tá umskapað til eina fløtu, har Joel Cole, hevur latið gjørt eina sera spennandi pall mynd, har børnini so kunnu sita á grønum teppi og oman fyri er himmal við stjørnum.

 


Leinkja til sjónbandalagið: https://www.youtube.com/watch?v=RPyLnc3XM4Y >