Hetta er ikki hent í stívliga 30 ár

Kavin, sum kom niður í Longyearbýnum í nátt, er ein áminning um, hvør árstíðin er, sum nú stundar til.

Íbúgvar í Longyearbýnum noyddust eftir kustinum í morgun, skrivar Svalbardposturin. Mynd: Morten Fredheim Solberg.

Íbúgvar í Longyearbýnum noyddust eftir kustinum í morgun, skrivar Svalbardposturin. Mynd: Morten Fredheim Solberg.

 

Tað eru mong ár síðan, at íbúgvar í Longyearbýnum á Svalbard vaknaðu upp til eitt slíkt kavafølv, sum tey gjørdu í morgun, hin 16. august. Sambært www.svalbardposten.no er hetta ikki hent seinastu 30 árini.

Tað merkir, skrivar heimasíðan, at fólk skulu hava búð í býnum í meira enn 30 ár fyri at hava upplivað hetta fyribrigdi, sum tey vóru vitni til í morgun.

- Onkur heldur, at hetta er ov tíðliga. Onnur dáma sjónina av kavanum í fjøllunum. Kavin, sum er komin niður í nátt, er ein áminning um, hvør árstíðin er, sum nú stundar til.

Svalbardposturin skrivar, at tað er óvanligt, at kavafølv legst so tíðliga á heystinum í Longyearbýnum. Lagt verður aftrat, at Svalbardsamfelagið er eitt samfelag, har nógv búgva í eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið, og tí eru tey ikki so mong, sum vita, hvussu alt plagar at vera.

- Men, Meteorologisk Institut hevur gott "minni". Í goymslunum hjá Yr.no sæst, at luftin hin 16. august í 1987, tá tað var kaldast hetta samdøgnið, var -0,3 stig, sum eisini er tað kaldasta, ið mált er henda dag.

Svaldbardposturin veit í dag at siga, at tey hava hugt í goymslurnar hjá Meteorologisk Institut so langt aftur, sum goymslurnar røkka - ella heilt aftur til 1946.

Út á dagin í dag høvdu tey í Longyearbýnum fýra hitastig, og heimasíðan leggur aftrat, at tey, sum bíða eftir kaldari veðri á Svalbard, tí helst mugu bíða nakað enn. Fyrstu ferð tað kavaði nakað av týdningi í Longyearbýnum í fjør, var hin 14. september, verður lagt aftrat.

Íbúgvar í Longyearbýnum noyddust eftir kustinum í morgun, skrivar Svalbardposturin. Mynd: Morten Fredheim Solberg.