Hetta er ikki skilagott av samgonguni

Nú skal samgongan rinda eitt fast gjald um árið í eini 30 ár

Tað er ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur at lata Bústaðir byggja nýtt barnaheim. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Í ólavsøkurøðu síni vísti løgmaður á, at Bústaðir skulu heimild at læna 400 milliónir, men at helvtin av tí skal brúkast til at byggja barnaheim, sambýli, búfelagsskapur, lestrarbústaðir, og aðrar almannagagnligar bústaðir.

Aksel V. Johannesen heldur, at hetta er at snúgva sær undan ábyrgd, og at sleppa landskassanum undan eini útreiðslu, og at flyta hana yvir á Bústaðir ístaðin. Tað merkir, at í roynd og veru átekur landskassin sær eina útreiðslu, sum ikki fer at síggjast aftur á fíggjarætlanini.

Skal landskassin byggja barnaheimið, verður tað sett á fíggjarlógina, og tá ið tað er bygt, er tað goldið og so er landskassin leysur av útreiðsluni.

Men við hesum mátanum, sleppur landskassin undan útreiðsluni at byggja, men afturfyri skal landskassin tyngjast við eini fastari útreiðslu eini 30 ár fram í tíðina, tí onkur skal rinda fyri Barnaheimið.

– Bústaðir skulu byggja, men so skal landskassin rinda tað aftur í leigu og gjøldum, og tað er ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur at tyngja landskassan við eini útreiðslu, sum hesari, sigur Aksel V. Johannesen.