Hetta er markleysur frekleiki ímóti føroyska fólkinum

Og nú vil Høgni Hoydal hava løgmann upp í leikin

Sornfelli hevur verið ímyndum at útlendskum hervaldi í Føroyum - og tað hevur spart danska statinum fyri nógvan pening, sigur Høgni Hoydal

Sornfelli hevur verið ímyndum at útlendskum hervaldi í Føroyum - og tað hevur spart danska statinum fyri nógvan pening, sigur Høgni Hoydal

Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum myndugleikum.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og nú vil hann hava løgmann í holt við danskar myndugleikar.

Høgni Hoydal vísir til, at Danski Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Fólkatingið at føroyskir menn skulu gera herskyldu í danska herinum. Hetta skulu teir gera fyri at gera sín part í at verja ríkisfelagsskapin.

Og nú spyr Høgni Hoydal um løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur mótmælt, og um hann hevur boðað donsku stjórnini frá, at føroyingar eru ein egin tjóð, sum onki hevur við danska herskyldu at gera.

Hann vil eisini hava Landsstýrið at boða donksu stjórnini, og umheiminum, frá, at tað bara er føroyska tjóðin, og føroyskir fólkavaldir myndugleikar, ið skulu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi.

Hann hann vil eisini hava at vita hvat landsstýrið ger fyri at steðga »tí áhaldandi og vaksandi áganginum at fremja danska nasjonalismu í Føroyum, har søgufalsanin um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” støðugt verða trúttað niður í føroyingar«,  sum Høgni Hoydal málber seg.

Hann sigur at hetta tekur rættin at ráða í egnum landi.

Høgni Hoydal vísir á, at danska Fólkatingið hevur fleiri ferðir tikið avgerð um at fara í kríggj við Irak og í Afghanistan, uttan at spyrja føroyingar eftir.

– Nú er so uppskot um, at føroyskir unglingar skulu sendast í kríggj fyri donsk áhugamál. Og herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.

Hann heldur, at talan er um ein markleysan frekleika, og hann ivast ikki í, at atvoldin til hesa framferð er sjálvsagt, at Danmark óttast at missa sítt vald í Norðuratlantshavi og í Arktis, nú heimsins stórveldi stríðast um vald og ávirkan í okkara londum og okkara sjógvi.

– Føroyingar hava onki við danska herin at gera. Føroya Løgting hevur ferð eftir ferð mótmælt hernaðarútbyggingum í Føroyum, men Danmark hevur kortini tikið avgerðir um okkara land og um hernaðarmál í Føroyum yvir høvdið á føroyska fólkinum.

– Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland sum ein finnu í einum hernaðarpolitiskum talvi millum stórveldini.

Høgni Hoydal vísir á, at í 2000 varð staðfest í eini frágreiðing hjá Landsstýrinum, at Danmark – bara frá 1962 til 1989 – hevur spart meira enn 50 milliardir krónur í hernaðarútreiðslum við at brúka Føroyar og Grønland sum hernaðarstøðir, hóast mótmæli frá Føroya Løgtingi.

Harafturat hevur Føroya landsstýri staðfest, at tað er ikki Danmark, sum verjir í Føroyar.

– Føroyar liggja í trygdarøkinum hjá bretska hervaldinum, og skuldi nakað hent hernaðarliga í Føroyum, fer Bretland at fremja atgerðir – eins og vit sóu undir øðrum veraldarbardaga, sigur hann.

Sornfelli hevur verið ímyndum at útlendskum hervaldi í Føroyum - og tað hevur spart danska statinum fyri nógvan pening, sigur Høgni Hoydal