Rok í Tórshavnar býráð

Fleiri býráðslimir boykotta býráðsarbeiðið til greiða er fingin ávísum viðurskiftum

Minnlutin boykottar býráðsarbeiði, frá vinstru, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen, sum ikki fara á býráðsfund í kvøld. Og tað fara hini bæði í minnilutanum, Annfinn Brekkstein og Halla Sa

Minnlutin boykottar býráðsarbeiði, frá vinstru, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen, sum ikki fara á býráðsfund í kvøld. Og tað fara hini bæði í minnilutanum, Annfinn Brekkstein og Halla Sa

Rættiligt rok hevur tikið seg upp í Tórshavnar Býráði og avleiðingin av tí er, at teir seks býráðslimirnir fyri minnilutan í býráðnum nú hava gjørt av at boykotta býráðsarbeiðið til greiða er fingin á ávísum viðurskiftum.

Sostatt hava býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin boðað frá, at teir fara ikki at møta á fundum, sum kallað er saman til í kvøld.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin sigur, at í gjár varð kallað saman til fundar í Fíggjarnevndini og eisini til býráðsfund fyri afturlætnum hurðum.

Av tí, at málini, sum skuldu viðgerast, ikki vóru almenn, vil hann heldur ikki siga, hvat var á skránni, men vit vita aðrastaðni frá, at ætlanin við fundinum var at seta teir illa umstríddu eindarleiðararnar á dagstovnaøkinum, sum mikið rok hevur verið um, og sum minnilutin her harðliga ímóti.

– Á tí býráðsfundinum møtti ein býráðslimur upp, sum annars hevði biðið um farloyvi á einum býráðsfundi 12. desember, sigur Annfinn Brekkstein.

Hann sigur, at býráðslimurin bað um farloyvi á einum lukkaðum fundi, sum varð áðrenn almenna býráðsfundin hettasama kvøldið

Hann vil ikki siga, hvør tað er, men vit vita, at tað er Gunvør Balle.

Annfinn Brekkstein sigur, at í ein mansaldur hevur tað verið siðvenja í Tórshavnar Býráð, at tá ið býráðslimur biðjur um farloyvi, skal hann vera burtur í minst 14 dagar og tískil er tað brot á alla siðvenju, at ein býráðslimur, sum bað um farloyvi 12. desember, møtir upp á fundi longu aftur tann 18. Desember, sigur hann.

Hann sigur, at split kom í fundin, men at borgarstjórin síðani boðaði frá, at tey høvdu ráðført seg við løgfrøðing, og við kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum, og haðani vóru boðini, at tað var ikki eitt krav, at ein býráðslimur, sum biðjur um farloyv, skal vera burtur í 14 dagar.

– Endin var, at málið, sum var til viðgerar, varð tikið av skrá og beint aftur í nevnd, uttan at vit yvirhøvur vistu um býráðið var viðtøkuført, sigur minnilutin í býráðnu,

Nú er so ætlanin at hava fund um sama evni í kvøld, men minnilutin ætlar sær so ikki at møta upp fyrr enn tey hava fingið greiði á, hvørjar mannagongdir eru galdandi.

– Tað er brot á rættartrygdina at mannagongdir verða broyttar, uttan at boðað verður frá hesum, og vit taka ikki býráðsarbeiðið upp aftur, fyrr enn vit hava fingið greiði á, hvørjum treytum, vit arbeiða undir, sigur Annfinn Brekkstein.

­– Vit í minnilutanum eru sera ótrygg við tað sum gongur fyri seg. Og tá so er, vilja vit ikki taka lut á fundum í dag, fyrr enn greiða er fingin á at allar mannagongdir eru í lagi, so at okkara demokratiski rættur at virka sum býráðslimir verður virdur, siga býráðslimirnir hjá minnilutanum.

Tey siga, at tey í minnilutanum í Tórshavnar Kommunu krevja, at greiðu fæst á hesum máli skrivliga, og frá røttum myndugleika, áðrenn býráðsfundur verður aftur. Og tey krevja somuleiðis at fáa somu sømdir og somu kunning um tær broytingar sum verða framdar, sum býráðslimir í meirilutanum. 

Tað hevur ikki eydnast okum at fáa eina viðmerking frá Anniku Olsen, borgarstjóra, ella frá Gunvør Balle, varaborgarstjóra.

Minnlutin boykottar býráðsarbeiði, frá vinstru, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen, sum ikki fara á býráðsfund í kvøld. Og tað fara hini bæði í minnilutanum, Annfinn Brekkstein og Halla Sa