Hetta er tað sum Kringvarpið ikki sleppur at fortelja um Huawei

Her er loyniliga samrøðan um millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og Herálv Joensen, aðalstjóra, um málið um Huawei um hóttan frá kinesiska sendiharranum í Danmark

Her er samrøðan millum Herálv Joensen, aðalstjóra í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum og landsstýrismannin, Helga Abrahamsen, sum Kringvarp av tilvild fekk upp á band 15. november, so sum Kringvarpið hevur fingið fútabann fyri at endurgeva.

 

»Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her?

Helgi: Ja, teir skuldu koma

Herávlur: Teir hvødu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina.

Helgi: Ókey

Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda okkum í hetta her.

Helgi: Okey

Herálvur: Og eg skilti tað soleiðis, at tá tann kinesiski sendiharrin tók samanum, so hevði hann sagt, at um tað ikki bleiv hetta, so verður heldur eingin fríhandilsavtala.

Helgi: Okey

Herálvur: Samstundis skilji eg av øllum frá teimum í uttanríkistænastuni, at Verjumálaráðið, og kanska Forsætismálaráðið, hava latið skilt, at tað nokk var best, um vit ikki valdu kinesararnar.«

Tað er danska blaðið Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskriftina av samrøðuni, sum Kringvarpið hevur fingið upp á band.