Listamaður samlar seg um listina

Í dag hevur listamaðurin Jan Nýstrøm ferniserling í Leikalund í Klaksvík.

Í dag hevur listamaðurin Jan Nýstrøm ferniserling í Leikalund í Klaksvík. Jan Nýstrøm sýnir fram tekningar, sum hann hevur teknað uppá serliga tjúkt pappír, við kúlu- og blekkpenni.

 

Jan sigur, at listaframsýningin kom í lag, tá leiðarin í Leikalund setti seg í samband við seg, fyri trimum vikum síðani. Av tí at Jan hevur hevur sett tíð av til listina næstu tíðina, bar til hjá honum, at fáa eina sýning upp at hanga, uppá stutta tíð.

 

- Hetta bleiv ein spontan sýning, sigur Jan, og hon var stuttlig at gera.

 

Framsýningin hevur ikki nakað serstakt tema, annað enn at fleiri av myndunum eru av hondum. 

 

Jan hevur verið virkin kreativt seinastu tíðina, og hevur arbeitt við verkum, sum hanga á Kafe Fríðu í Klaksvík.

 

- Seinasti tíðina havi eg samlað meg um meg sjálvan, og tað at duga betur at tekna.  Eg prøvi hetta fyri at vita hvar tað leiðir meg, sigur Jan.