Hetta eri eg øgiliga fegin um

Hetta vísir, hvussu ótrúliga stóran áhuga føroyingar hava fyri Ísrael, sigur Jenis av Rana

Hetta var nógv meiri enn eg nakrantíð tordi at droyma um. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, nú freistin at søkja starvið sum føroyskt sendifólk í ísrael er farin.

Eitt hjartamál hjá Jenisi av Rana hevur verið at føroyingar fáa eina sendistovu í Ísrael og tá ið samgongan varð skipað, varð tað eisini sett í samgonguskjalið.

Fyrst í hesum mánaðinum varð tískil lýst eftir føroyskum sendifólki í Ísrael og tá ið freistin at søkja starvið var farin á miðdegi í dag, visti KvF at siga, at 24 umsóknir vóru til starvið. Allir umsøkjararnir eru føroyongar og talan er um 20 menn og fýra kvinnur.

Hetta er fyrstu ferð, søkt verður alment eftir føroyskum sendifólki, tí annars hava tey altíð verið sett við fólki, sum longu arbeiða í uttanrikistænastuni hjá landsstýrinum. Jenis av Rana sigur, at hann er púra ovfarin av, hvussu stórur áhugi er fyri starvinum, tí at fáa heilar 24 umsóknir er nógv meir enn hann nakran tíð hevði droymt um.

Les meiri her: Søkja nú eftir fólki til eitt heilt serligt starv

Men hetta tekur hann sum eitt prógv um tað, hann altíð havur sagt, at føroyingar hava ein ómetaliga stóran áhuga fyri Ísrael.

Nú verður farið undir setanarsamrøður, sum ein setanarbólkur fer at standa fyri. Jenis av Rana væntar Rana tilmæli við nøvnunum á umleið trimum skikkaðum umsøkjarum á og so verður starvið sett.

Og eftir ætlan skal sendistovan lata upp áðrenn árið er farið. Jenis av Rana sigur, at tað einasta, sum kann forða tí, er korona.

Føroyska sendistovan fer at halda til á donsku sendistovuni í Tel Aviv.

– Danir hava víst okkum stóra vælvild og eru sinnaðir at lata okkara sendistovuni fáa innivist í teirra sendistovu, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at tað er av trygdarávum, at henda loysnin verður vald, tí trygdarkrøvini eru so ómetaliga strong, at skuldu vit havt okkara egnu sendistovu, hevði tað kosta »tað hvíta út úr eygunum«. Hann sigur, at í Moskva hevur verið arbeitt við at flyta føroysku sendistovuna í onnur høli, og har verður mett, at tað hevði skjótt kosta tríggjar ella fýra milliónir afturat.

Um føroyska sendistovan so flytur í egin høli seinni, er so ein annar spurningur, leggur hann afturat.

Eftir lýsingini eftir umsøkjarum, er tað ein treyt til føroyska sendifólkið í Ísrael, at viðkomandi skal helst hava bæði góða politiska og diplomatiska nøs, men tað skal eisini liggja væl fyri at sundurgreina eitt mál og viðkomandi skal eisini hava góð samráðingarevni.

Men viðkomandi skal somuleiðis hava hægri útbúgving og royndir í almennari fyrisiting, og so er tað eisini ein fyrimunur at hava diplomatiskar royndir.