- Eg havi verið heppin við góðum fólki, bæði uppi á landi og í bátinum, sigur Gundur A. Sørensen, ytst høgrumegin. Mynd: Símun á Høvdanum.

Hetta eru raskir útróðrarmenn

- Eg kundi valt at sitið við beinunum hægst umborð á norskum línubáti, har eg havi siglt sum skipari í eini 12 ár, sigur Gundur Sørensen í Hvannasundi.

 

- Eg havi verið heppin við góðum fólki, bæði uppi á landi og í bátinum, sigur Gundur A. Sørensen, ytst høgrumegin. Mynd: Símun á Høvdanum.

 

Tað hevur eydnast væl hjá stóra glastrevjabátinum, Anru, sum Gundur A. Sørensen í Hvannasundi og Janus P. Rein í Havn keyptu í oktober í fjør. Hetta er fyrrverandi Grindafossur, sum Linjohn Christiansen í Skálavík átti í nøkur ár. Tá báturin varð keyptur til Skálavíkar, hevði hann navnið Alberg. Anru er stívliga 14 metrar langur og 4,45 metrar breiður.

Hóast mong munnu halda, at veðrið hevur leikað í tað mesta av hesum árinum, hevur tó eydnast Gunduri A. Sørensen og hansara røsku monnum at gjørt fleiri góðar útróðrartúrar í ár. Fýra mans eru knýttir at bátinum, tríggir eru umborð og ein skipar fyri uppi á landi, har línan verður rikin um.

Anru roynir við millum 34 og 40 stapum á hvørjum túri, og tað eru 270 húkar undir hvørji línu. Línan verður umrikin, og síðan verður sett úr trakt. Egnt verður við høgguslokki, sauri og makreli. Teir hava ongantíð egnt við gággu, síðan teir keyptu bátin.

Seinasti útróðrardagur hjá Anru var mikudagin í hesi vikuni. Tá høvdu teir 10.400 pund, harav meira enn 7.000 pund var toskur, og meginparturin av restini var hýsa. Teir høvdu eisini 200 pund av rognum. - Fyri tað mesta hava vit roynt norður og eystur úr Viðoynni, og á seinasta túri vóru vit einar 10 fjórðingar eystur úr Fugloynni.

Gundur A. Sørensen sigur, at teir hava gjørt fleiri góðar túrar við Anru, og onkran túr fyri jól høvdu teir upp í eini 12.000 pund. Í ár vóru teir ikki fyrsta túrin fyrr enn hin 9. januar, men kortini fingu teir tilsamans 15 túrar í januar. Higartil í februar hava teir gjørt einar sjey túrar, soleiðis at samlað tal av útróðrardøgum higarti í ár liggur um 22.

Hann heldur, at veðrið hevur vignast verri í februar enn í januar.

- Vit eru á útróðri flestu dagar, nakar møguleiki er. Soleiðis hava vit verið við línu, bæði í mysing, sum er harðasti streymur um tendring og fulla sól - og í hørðum streymi annars, sigur Gundur A. Sørensen, sum vísir á, at tá líkindini hava verið heldur ivingarsom, hava teir roynt at funnið sær lívd av landi.

Útróðrarmaðurin í Hvannasundi letur væl at.

- Nei, vit kunnu ikki lata illa at. Eg havi róð út undir Føroyum í fleiri ár, bæði burtur av, og tá eg sigldi í Noregi og var heima, men fiskiskapurin, sum verið hevur, síðan vit byrjaðu við Anru í oktober í fjør, hevur ikki í mínari tíð verið so góður áður. Vanliga var tú nøgdur, tá tú fekst stívliga 100 pund á línuna, men síðan vit byrjaðu, hava seturnar javnan ligið oman fyri 200 pund á stampin, sigur hann.

Aftrat sær í bátinum hevur Gundur A. Sørensen tveir góðar menn. Annar er blaðungur, 16 ára gamal, og hevur ikki roynt seg sum útróðrarmann áður. Hesin hevur tó verið onkran túr við frystilínuskipinum, Ågot. - Ungi maðurin er ógvuliga hugagóður og orkar væl. Hin maðurin, sum eisini er á bátinum við mær, er royndur í leikum, og er stívliga 30 ára gamal. Eg havi verið heppin við fólki, bæði uppi á landi og í bátinum, sigur hann.

Síðan Gundur og Janus í fjør heyst keyptu Anru, ið er uppkallaður eftir ommunum hjá teimum báðum, hevur Gundur A. Sørensen lagt seg heima burtur av at rógva út.

- Jú, hetta tími eg væl, og hetta havi eg altíð tímað væl. Eg kundi valt heldur at sitið við beinunum hægst umborð á einum norskum línubáti, har eg havi siglt sum skipari í eini 12 ár. Men, nú er tað í fyrsta lagi útróðurin, eg vil brúka mína orku til, og eg ætli mær at reka bátin burturav. Tá eg havi siglt í Noregi hesi árini, eru míni siglingarpappír norsk, og tí noyðist eg kanska onkran túr umborð aftur fyri at halda pappírini við líka, sigur Gundur A. Sørensen.

##med2##

- Eg havi verið heppin við góðum fólki, bæði uppi á landi og í bátinum, sigur Gundur A. Sørensen, ytst høgrumegin. Mynd: Símun á Høvdanum.

Teir hava havt einar 22 útróðrardagar við Anru higartil í ár. Mynd: Símun á Høvdanum.