Hetta gleða vit okkum til hjá nýggju samgonguni

Einir 8000 føroyingar vóna, nú, at krøv verða sett til Kringvarpið, soleiðis at tey eisini sleppa upp í part

Einir 8.000 føroyingar vóna at fáa betri sømdir frá Kringvarpinuim

Einir 8.000 føroyingar vóna at fáa betri sømdir frá Kringvarpinuim

Hetta gleða vit okkum til.

Tað siga tey í felagnum Hoyr, sum er felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.

Tey hava lisið samgonguskjalið og serliga fegnast tey um, at tað stendur í tí, at deyvatulkingartænastan verður styrkt. Somuleiðis stendur í samgonguskjalinum, at teknmálstulking, og føroyskur tekstur, í sjónvarpinum skal styrkjast og at ein ætlan um “talu til tekst” fyri sjónveik verður stuðlað.

– Sum vit áður hava víst á, eru tað rættiliga nógv fólk í Føroyum, ið hava trupulleikar við hoyrnini. Í Danmark verður mett, at sætta hvørt fólk hoyrir illa, ella eru deyv, og tað svarar til einar 8.000 føroyingar, staðfestir felagið.

Tey halda, at tey hava verið sera tolin, men serliga harmast tey um, at øll hesi fólkini eru útihýst frá vanliga tíðindaflutninginum í sjónvarpinum.

– Hoyr hevur aftur og aftur víst á støðuna, og tá ið ST nevndin í 2014 setti krav um, at Føroya Landsstýrið skuldi tryggja teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar í Kringvarpi Føroya, fingu vit vón um, at nakað fór at henda, siga tey.

Men nú, fimm ár seinni, kunnu tey, ið hava niðursetta hoyrn framvegis ikki fylgja við tí, ið hendur í samfelagnum, leggja tey afturat.

Tey ásanna tó, at nakrir glottar eru við tað, at nakrar dokumentarsendingar eru tekstaðar, og valsendingarnar vóru sendar við teksti dagin eftir tær høvdu verið í sjónvarpinum.

– Tað sum vit vóna nú, er, at vit sleppa at síggja tíðindasendingar, og allar sendingar, ið verða sendar í sjónvarpinum við teksti beinanvegin, siga tey í felagnum fyri hoyribrekað.

– Nú nýggja samgongan boðar frá, at tey vilja virka fyri at vit fáa eitt samfelag í serflokki, eru hetta nýggir tankar, og vónandi eru vit á veg fram ímóti eini tíð, har arbeitt verður miðvíst fyri, at øll, eisini vit 8.000 føroyingar, ið hava niðursetta hoyrn, fáa atgongd til allar sendingar í sjónvarpinum, siga tey.

Samstundis bjóða tey seg fram at hjálpa til í hesum týdningarmikla arbeiði, sum tey kalla tað.

Einir 8.000 føroyingar vóna at fáa betri sømdir frá Kringvarpinuim