Hetta hevur ongan møguleika fyri at verða samtykt

Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er ábyrgdarleys, sigur ein av fremstu tingmonnum í samgonguni

 

 

– Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum at stytta arbeiðsvikuna, er ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.

Tað heldur Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna.

Vanlig arbeiðsvika í Føroyum er 40 tímar, men Javnaðarflokkurin vil stytta hana niður í 37 tímar, akkurát sum hon er í Danmark. Tað kann gerast við at stytta arbeiðsvikuna ein tíma annaðhvørt ár

Uppskotið fær kaldliga móttøku í samginguni og Christian Andreasen, sum var ein talsmaður fyri samgonguna, helt, at talan er um ábyrgdarloysi. Hann sigur, at hetta verður ein lønarhækking upp á 2,5 prosent, og tað er ikki ábyrgdarfult – serliga í hesum tíðum, sum eru rættiliga óvissar.

– Hetta hevur ongan møguleika fyri at verða samtykt, tí skal hetta setast í verk, fer tað at fáa avleiðingar fyri onnur øki í samfelagnum, segði hann.

Hann vísir eisini á, at vit hava havt stórt trot á arbeiðsmegi og hava fingið nógva útlendska arbeiðsmegi hendanvegin. Fara vit at stytta arbeiðstíðina, fer at tað økja um tørvin á útlendskari arbeiðsvmegi.

Hann sigur eisini, at arbeiðstíð í Danmark og arbeiðstíð í Føroyum, kunnu ikki samanberast.

Í Danmark er 37 tíma arbeiðsvika, men tað er effektiv arbeiðsvika. Í Føroyum er 40 tíma arbeiðsvika, men har fer døgverðasteðgurin burtur av. Ofta er hann ein hálvan tíma, so í roynd og veru er arbeiðstíðin í Føroyum 37,5 tímar, so tað er lítil og eingin munur á arbeiðstíðini í Føroyum og í Danmark, sigur hann.

Hann heldur eisini, at tað er ein samráðingarspurningur ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, hvussu long arbeiðstíðin skal vera. Og hann veit eisini, at tað eru ávísir bólkar, sum hava styttri arbeiðstíð.

– Tað er skeivt at taka arbeiðstíðina burtur úr, tí talan er um eina heildarloysn, har avmarkað arbeiðstíð, skiftistíð, og onnur viðurskifti, verða tikin við, so at vit fáa smidligari skipanir, sum hóska bæði til arbeiðsgevara og arbeiðstakara.