Hetta kann fáa vanlukkuligar avleiðingar

Setir samgongan sína ætlan í verk, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri nógv børn, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

Hetta kann fáa vanlukkuligar avleiðingar. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Og tað, hann sipar til, er orðingin í nýggja samgonguskjalinum um at lata pengarnar fygja barninum, sum tað eitur.

Tað, sum liggur í hesum er, at kommunur skulu fáa heimild til at rinda foreldrum, sum ikki brúka kommunalu barnaansingina, ein part av gjaldinum, sum barnið annars kostar kommununi.

Verður hesin møguleikin brúktur til fulnar, fáa foreldur sostatt einar 90.000 krónur meiri at ráða yvir um árið.

 

Les eisini: Foreldur skulu fáa pengar fyri at ansa sínum egnu børnum

 

Jógvan Philbrow sigur, at hetta er eitt mál, sum má umhugsast ómetaliga gjølliga, tí hann heldur, at tað eru nógvir vansar við eini slíkari ætlan.

Eitt, hann serliga stúrir fyri, er at nógv børn, sum hava brúk fyri serligum stuðuli, fara at detta burtur ímillum.

Á dagstovnum eru tey saman við professionellum starvsfólkum, sum eru skjót at lofta børnum, sum hava okkurt at dragast við, sigur hann.

– Verða børnini tikin úr dagstovunum, er tað stórur vandi fyri, at tað verða fleiri børn, sum fara at ganga óneyðuga leingi við sínum trupulleikum, tí at eingin er at lofta teimum, sigur hann.

Jógvan Philbrow sigur, at verður ein slík ætlan sett í verk, verður tað samstundis neyðugt at tryggja, at børn við trupulleikum av ymsum slagi, ikki detta niður ímillum.

– Eitt annað vandamál eru børn, sum hava foreldur við øðrum móðurmáli enn føroyskt. Støðan er longu nú tann, at børn koma í fyrsta flokk, uttan at duga føroyskt, og verður ein skipan sett í verk, har foreldur fáa pengar fyri at ansa slíkum børnum heima, er vandi fyri, at vit fara at fáa enn fleiri børn, sum ikki duga nóg væl føroyskt.

– Tað hevur eisini verið nevnt, at foreldur kunnu fáa sær húshjálp -au pair- sum kann ansa børnunum, men au pair eru aloftast úr fremmandum londum, so tey klára ikki at stimbra málmenningina hjá børnum.

Tað verður lagt upp til, at foreldur skulu kunna stovna sær privata barnaansing, men formaðurin í Pedagogfelagnum vil hava greiði á, um tað verður eitt krav, at tað skal gerast eftir dagstovnalógini, ella um tað skal bera til at sleppa undan lógini.

Annars ber tað longu til eftir lótini at skipa sjálvsognarstovnar, men teir skulu fylgja dagstovnalógini, sigur hann.

Tað er eisini ein vandi, at avleiðingin av eini slíkari skipan verður, at fíggjarliga grundarlagið undir verandi stovnum, verður útholað.

Hann vísir á, at í løtuni er einki minstamark fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á dagstovnum til hvørt barnið. So verða tað fleiri børn, sum verða tikin úr stovninum, er vandi fyri, at stovnarnir verða niðurlagaðir.

Tað hevur eisini verið ført fram, at skulu pengarnir fylgja barninum, verða tað bara tey vælbjargaðu, sum hava ráð til at taka av einum slíkum tilboði, tí hjá vanligum húskjum er brúk fyri tveimum inntøkum fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Tað er Jógvan Philbrow ikki ordiliga samdur í. Hann sigur, at tvørtur ímóti vísir tað seg, at mangan eru tað foreldur, sum eru illa fyri sosialt, sum royna at halda seg uttan fyri tær skipanir sum eru.

Men eru tað ikki foreldrini, sum eru tey bestu at ansa sínum egnu børnum, spyrja vit formannin í Pedagogfelagnum.

– Jú, tað er tað grundleggjandi, sigur hann. Men tá ið vit tosa um dagstovnar, tosa vit um tann partin á degnum, tá ið  børnini skulu vera saman við øðrum og menna seg til at vera sjálvstøðug og sosial menniskju. Tað hava børn eisini brúk fyri, og verður úrslitið av hesum, at børnini bara fara at hanga uppi í skjúrtuvelinum á mammu síni allan dagin, sum tikið verður til, er tað lítið mennandi, leggur hann afturat.