Hetta kann ikki bera til

Hetta er tað ringasta, sum kundi henda, sigur býráðslimur í Havn. Hann heldur, at býráðið má taka málið upp til nýggja viðger

Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta kann ikki bera til

Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta kann ikki bera til

– Hetta kann rætt og slætt ikki bera til, og tí má býráðið taka málið upp til nýggja viðgerð.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn heldur, at tað er heilt óskiljandi, at tað ikki skuldi eydnast at finna eina avtalu um at brúka grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, til okkurt, sum er meiri gagnligt enn at tyrva tað.

Fyrsta dagin verður farið at bora á Gomlurætt fyri Sandoyartunlinum, men grótið, sum kemur úr tunlinum, skal tyrvast í haganum oman fyri Velbastað.

Tað merkir, at allar royndir at fáa avtalu ímillum felagið, sum ger tunnilin, og Tórshavnar Býráð, um at brúka grótið til at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, slitnaðu úrslitaleysar. Tað, sum liggur í buktini er, hvør skal gjalda 1,5 - tvær milliónir fyri at planera ídnaðarøki.

Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta er ótrúliga illa avstað farið og tí vil hann hava býráðið at taka málið upp aftur.

– Tað er so lítið, sum skilur partarnar, at tað má bera til at finna eina loysn, sigur hann.

Hann vísir á, at verður grótið brúkt til eitt ídnaðarøki, liggur tað í kortunum, at Tórshavnar Kommuna kann yvirtaka havnarlagið á Gomlurætt.

– Tað hevði havt eitt stórt virði fyri kommununa, bæði í sambandi við ferðavinnu og aðra vinnu, tí kommunan hevur einki vinnuøki til taks, sigur hann.

Men hann heldur, at letur tað seg onkusvegna, ikki gera at gera eitt ídnaðarøki, eigur grótið at verða lagt á goymslu til seinni brúk.

Hann ásannar, at stóri trupulleikin er, at lógin um at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin var ov illa frágingin, tí lagt varð hvørki upp fyri vegunum til og frá tunlinum, ella fyri, hvat grótið skuldi brúkast til.

Men tað eigur ikki at forða býráðnum í at finna eina loysn á málinum, sigur Tróndur Sigurðsson.

Tí hevur hann roynt at fáa málið viðgjørt av nýggjum í býráðnum, men tað afturvísti meirilutin á býráðsfundi seinast í juni.

Men nú heitir hann kortini enn einaferð á býráðið um at taka málið upp aftur fyri at forða fyri tí, sum hann kallar eina vanlukku, nevniliga, at grótið verður tyrvt.

Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta kann ikki bera til