Hetta kann ikki passa

Eitt føroyskt par, sum er í Danmark í lestrarøridnum, hevur fingið at vita, at tey sjálvi skulu rinda fyri, at kvinnan kann eiga barn í Føroyum, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður

Skulu føroyingar gjalda fyri at eiga barn í Føroyum?

Tað vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá  landsstýrismanninum í heilsumálum.

Hann veit um eitt føroyskt par, sum fyribils er flutt til Danmarkar í lestrarørindum, men sum kom heim til Føroya í skundi í sambandi við álvarsama sjúku í familjuni.

– Støðan er tann, at kvinnan er komin til at eiga og má nú føða barnið í Føroyum. Men hetta skulu tey sjálvi rinda fyri, tí tey hava bústað í Danmark, eru boðini av Landssjúkrahúsinum.

Tey skulu kanska eisini rinda fyri flutning og møguliga sjúkraviðgerð aftaná barnsburðin og tað kann tí gerast sera kostnaðarmikið fyri tey, sigur løgtingsmaðurin.

Bjarni Hammer heldur tað vera burturvið, og tí hevur hann nú spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann við heilsumálum, um hann kann vátta, at tað er soleiðis, sum henda familjan hevur fingið upplýst, og um so er, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við tað.

– Vónandi er talan um ein feil, tí tað kann ikki passa, at føroyska heilsuverkið ikki kann lofta føroyingum, sum fyribils eru búsettir uttanlands í lestrarørindum, sigur Bjarni Hammer.

– Vit eru í eini serstøðu í Føroyum, tí vit eru noydd at útflyta so nógv ung fólk orsakað av avmarkaðu útbúgvingarmøguleikunum her á landi. Tí noyðast vit at gera serligar avtalur við londini rundan um okkum, so hesi fólkini ikki detta niðurímillum í vælferðarskipan okkara, hann.

– Tað átti, eftir mínum tykki, at verið ein sjálvsagdur rættur at fingið ókeypis sjúkraviðgerð tvørtur um londini í ríkisfelagsskapinum við vælferðarskipan okkara, leggur hann afturat.